Hvessingur vann á heimasjógvi

Kappróður, 6-mannafør kvinnur: Um tað var fyrimunurin av at verða á heimasjógvi, sum gjørdi tað, skal verða ósagt, men Hvessingur togaði seg framum Jarnbard

Bert fimm bátar høvdu meldað til róðurin hjá 6-mannaførum við kvinnum.

Páll Fangi og Strálan vóru ikki við leygardagin, men tað eru bátar, sum liggja í tyngra endanum, so tað broytti einki um kappingina í oddinum.

Í fremra endanum hava Hvessingur og Jarnbardur kappast um at vera fremstir, og higartil hava teir vunnið hvør sín róður.

Tí var tað sera spennandi at síggja um tað fór at eydnast hjá Hvessingi, at toga seg fram um aftur Jarnbard enn einaferð.

Tað eydnaðist á Norðoyastevnu, men miseydnaðist á Skálafjarðarstevnu.

Hvalvíkskvinnur hava, sum rímiligt er, vant dúgliga fram ímóti teirra egnu stevnu. Tær skuldu í hvussu er gera sítt til, at spenningur var um hvør fór at vinna 6-mannafarsróðurin hjá kvinnum.

Jarnbardur legði hart út. So skjótt og brátt, sum startdómarin hevði sent bátarnar avstað, løgdu havnakvinnur seg í oddin.

Tær fingu ein góðan start, meðan Hvessingur lat bíða eftir sær.

Hinvegin var Lómur av Argjum væl við í kappingini. So væl, at hann gav Jarnbardi harða kapping um annaðplássið.

Hvessingur kom fyri seg, tá ein triðjingur av málinum var rógvin. Tá gjørdi hann ikki mætari enn at taka fyrstaplássið frá Jarnbardi.

Og her var hann liggjandi.

Jarnbardur kláraði ikki at svara aftur. Munurin millum bátarnar bara øktist í staðin, tí nú var Hvessingur ikki til at steðga.

Hinvegin fekk Jarnbardur kapping aftanífrá. Lómur, sum hinar báðar róðrarnar í ár hevur verið nummar fýra, fekk bukt við Gongurólva og tók dystin upp við Jarnbard.

Tað mundi eydnast, men bara mundi. Tí endaliga úrslitið var, at Hvessingur gjørdist nummar eitt, góð trý sekund frammanfyri Jarnbard á øðrum plássi. Haðani var ikki so langt aftur til Lóm, sum gjørdist nummar trý. Hann var minni enn eitt sekund aftan fyri Jarnbard.

Fuglfirðingur var eisini við í róðrinum, men tær vóru langt aftan fyri hinar bátarnar. Tað skal tó sigast teimum til rós, at tær tíma at vera við. Ikki allir bátar kunnu vinna, men teirra túrur skal nokk koma, halda tær áfram.

Í FM-kappingini er spenningur. Hvessingur hevur nú 19 stig, meðan Jarnbardur hevur 17 stig.

Gongurólvur kemur á triðja plássi við 11 stigum og Lómur hevur 9 stig.

Her er sostatt alt opið enn. Í løtuni sær út til, at Hvessingur er tann báturin, ein skal satsa uppá, men tað kann broytast so skjótt.

Havast skal í huga, at Jarnbardur var FM-vinnari í fjør og tær vilja óiva fegnar endurvinna meistaraheitið í ár.

Tað er nokk millum hesar báðar bátar at FM-vinnarin í ár skal finnast. Munurin aftur til hinar bátarnar er ov stórur.

Úrslitið av róðrinum leygardagin var annars:

1.Hvessingur5.46,05

2.Jarnbardur 5.49,14

3.Lómur5.50,02

4.Gongruólvur

5.Fuglfirðingur

st