Hví brúka so nógv ung rúsevni?

Tað er ein spurningur, sum verður tikin upp og lýstur í almennum - og ókeypis - fyrilestri á Strondum í næstu viku.

 

Mikukvøldið hin 19. januar klokkan 19 verður almennur fyrilestur í bygdahúsinum á Strondum, har evnið er rúsevnismisnýtsla millum ung.

 

Tað er viðgerðarstovnurin, Frælsi, sum skipar fyri, og fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur. 

 

Tiltakið, sum ferðast kring landið, verður fyriskipað av Frælsinum saman við kommunum, har fyrilestrar um rúsevni verða hildnir.

 

Erling Fles fer eitt nú at greiða frá, hvat rúsevnistrupulleiki er, hví so nógv ung í Føroyum brúka rúsevni, og hvussu vit kunnu fyribyrgja hesi misnýtslu.

 

- Hvørji eyðkenni eigur tú sum avvarðand at verða varugur við, og hvussu hjálpa vit ungum úr rúsevnismisnýtslu?

 

Fyrilesturin er almennur og ókeypis, og her verður eisini høvi at seta spurningar. 

 

- Tiltakið er viðkomandi fyri foreldur, starvsfólk og umsorganarpersónar, sum eru um ung í gerandisdegnum, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga stigtakararnir.

 

Eftir fyrilesturin í Bygdahúsinum á Strondum verður bjóðað til lítlan kaffimunn.