– Hví doyði Jónleif?

Tey søgdu við okkum, at tey høvdu kannað tað við serfrøðingarnar, og hann toldi væl heilivágin móti angist. Men tað er kolasvørt lygn, sigur Rannvá Debes Isaksen, systur Jónleif, sum doyði fyri smáum trimum vikum síðani.

Tey søgdu við okkum, at tey høvdu kannað tað við serfrøðingarnar, og hann toldi væl heilivágin móti angist. Men tað er kolasvørt lygn, sigur Rannvá Debes Isaksen, systur Jónleif, sum doyði fyri smáum trimum vikum síðani. - Eg havi tosað við Ulriku um GSD í síni heild, men ikki um júst handan heilivágin, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni. Men tí afturvísur Ulrika Steuerwald. “Eg havi ongantíð tosað við Bjarna á Steig um GSD ella viðgerðir av sjúkuni”. Úrslitið kann tó ikki diskuterast – 49 ára gamli Jónleif er deyður. 

Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð er stórt tema um GSD sjúklingar og teirra royndir við føroyska og danska heilsuverkinum. Millum annað kanst tú lesa, at tey eru bebbarædd fyri at enda á landssjúkrahúsinum. Tú kanst eisini lesa um upplivingarnar, sum familjan Debes av Oyri hevði fyrr í heyst, tá ið 49 ára gamli Jónleif Debes doyði heldur óvæntað.

- Vit taka atfinningarnar í størsta álvara, sigur sjúkrahússtjórin í viðmerking til Vikuskiftis Sosialin. 

Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.