Hví er jørðin rund?

Seinast í novembermánaði í fjør fóru teir fimm vinmenninir Svein W. Rasmussen, Mass Hoydal, Magnus Samuelsen, Theodor E. D. Olsen og Dánial Hoydal at fjakka í Suðuramerika, og væntandi gongur leiðin seinni til tær Karibisku oyggjarnar

Romantikkur og alskur

Tað sigur kanska eitt sindur um Suðuramerika og tess ávirkanir uttanífrá, at líkamikið hvagar tú fert í hesum heimspartinum, so finnur tú ?tað suðuramerikanska Firenze?, ?tað suðuramerikanska London?, og soleiðis kundu vit hildið fram at nevnt europisk eyðkenni, sum seta sín dám á kontinentið.

Buenos Aires hevur sum nevnt kortini fingið heiðurin at verða kallaður tann suðuramerikanski París, og gongur tú tær ein túr um kvøldið framvið øllum teimum nýforelskaðu, fríggjandi ungu pørunum, noyðist tú í øllum førum at ásanna, at romantiskur er býurin í hvussu er.

Tað er tí kanska ikki heilt av tilvild, at Buenos Aires breggjar sær av at vera føðibýurin hjá tí sensuella tangotónleikinum. Allastaðni tú vendir tær í argentinska høvuðsstaðnum, verður tú mintur um tango, og gamlar tangostjørnur hoyrast í hátalarunum.


Tónleikur undir trongum korum

Men tango bleiv ?uppfunnið? áðrenn tað bleiv gjørligt at endurgeva musikk við eini grammofonplátu, og sum tónleikaligt fyribrigdi er tango bæði serstakt og áhugavert.

Í fátækrabýlingunum í Buenos Aires møttust fólk frá nógvum ymiskum mentanum móti endanum av undanfarnu øld. Hesi fólkini búðu í alt ov trongum og vánaligum íbúðum, so tað var ikki so løgið at margbroytni bleiv til integratión. Her búðu heimsendir hermenn frá drúgvum borg- arakríggjum, eftirkomarar frá afrikanskum trælum, og italiumann og spaniólar, ið høvdu avgjørt at royna eydnuna í hesi nýggju verðini. Hesir seinastu, ið júst vóru komnir til Argentina í ovurfyltum bátum, vóru so at siga bert mannfólk. Teir savnaðust síðani á barrunum og bordellunum, ið lógu sum hundalond kring havnina, og hóast teirra bakgrund og fortíð vóru ymiskar, høvdu teir kortini útlegdina til felags.

Sostatt hoyrir tann glaði sambatónleikurin til Rio de Janeiro, meðan tangotónleikurin, ið neyvan kundi havt ein størri dám av melankoli og sorgblíðni í sær, hoyrir til Buenos Aires. Tango er nevniliga ein blandingur av øllum hesum musikalsku traditiónum, ið immigrantarnir høvdu við í teirra annars lítillætna viðføri yvir um hav. Ein blandingur, ið so við og við bráðnaði í eina erotiska eind. Fyrst spratt dansurin, ið ofta bleiv framførdur av tveimum monnum, sum bíðaðu í teimum ofta longu bordelrøðunum.


Dansur undir dulnenvni

Men sum árini gingu, og aldarskiftið bleiv søga, sluppu fleiri og fleiri ljóðføri í part, og tekstir blivu ein sjálvsagdur partur av løgunum, men tað var ikki beinanvegin, at yrkjararnir settu sítt navn undir orðini, teir høvdu skrivað. Hetta var nevniliga tónleikurin hjá arbeiðarastættini, og tað var ikki beinleiðis undirtøka, ið varð sýnd frá tí vals- og polkaelskandi ?betra slagnum?.

Men skjótt megnaðu rútmurnar at ferðast sama teinin, sum nakrir av ?pápum teirra? høvdu gjørt nøkur ár frammanundan. Tango bleiv nevniliga vælumtóktur í Europa, og tað elvdi ikki til sørt av øsing, tá lendarnir hjá ungum fólki í tí edwardianska Bretlandi byrjaðu at svinga ov nógv í takt.

Aðrastaðni bleiv dansurin bannaður, men ikki bar til at steðga gongdini, og tá tango hevði fingið tað neyðuga grøna ljósið, var tað, sum við øllum europeiskum rákum, eisini góðtikið av teimum ovastu fláunum í tí argentinska samfelagnum.


Frá grammofon til fløgu

Sum áður nevnt eigur eingin upptøkur av burðinum hjá tangotónleikinum, men tá hendan uppfinning var veruleiki, kom rættilig ferð á. Nú bleiv áhoyrarafjøldin jú næstan óavmarkað, og árið 1917 bleiv ein hornasteinur í tangosøguni. Tá trein fyri fyrstu ferð ein maður, ið kallaðist Carlos Gardel á tangopallin, og frá einum degi til annan bleiv hann tann fyrsta tangostjørnan. Ikki bara í heimlandinum Argentina, men í stórum parti av heiminum.

Hetta er kanska ikki so løgið - við mikrofonini mátti tann fyrsti tangosangarin fyrr ella seinni gerast víðagitin - men tað serstaka er, at Gardel, ið vaks upp í arbeiðarabýlingunum í Buenos Aires, enn í dag er tjóðarhetja, og kjakast verður enn um, hann nú var føddur í Fraklandi ella Uruguay. Frá 1929 til 1935 spældi hann við í nøkrum filmum, sum enn í dag verða vístir í argentinskum sjónvarpi.

Sum við so nógvum øðrum fólki við stjørnustatus, doyði Carlos Gardel í ungum árum. Í ?35 var hann við í eini flogvanlukku í Kolumbia, men takkað veri uppfinningini av ljóðupptøkuni, tagnaði røddin ongantíð, og á hvørjum gøtuhorni í býnum síggjast myndir av Gardel, meðan hann nú sleppur at royna seg á fløgu.

Jú, tango er fyrst og fremst alskur og sorgblíðni, og í dag kanst tú vitja samkomur, ið savnast til tangoupplestur. Romantisk yrkingalist, ið verður notin, til morgunin finnur sær sess millum teir rúnarbundnu áhoyararnar.

Men kemur tú inn í ein hýrivogn í Buenos Aires, kann tað verða, at eitt lítið tár goymir seg í øðrum eyganum hjá sjaufførinum. Tá er tað Gardel, ið framførir tangorútmurnar og rørir hjartastreingirnar, og spyrt tú argentinarar, eru tað summir ið vilja vera við, at ?hann syngur betur fyri hvønn dag, ið gongur?.


Opera, oksakjøt

og reyðvín

Sum sagt er Buenos Aires ein sera europeiseraður býur, og frá tango fóru vit til Tchaikovski.

Í býnum ber nevniliga til at finna eina av heimsins fremstu operum, Teatro Colón, har vit vitjaðu ?Eugenio Onieguin?, ið bleiv framførd hetta kvøldið. Eitt flott uppliving, sum vit lýddu á fyri ein tjúgundapart av tí, sum tey bestu og fremstu sitiplássini kostaðu.

Sostatt ber til at liva lívið í Buenos Aires. Umframt tey stórfingnu musikalsku tilboðini, er Argentina heimsins fimtstørsti vínframleiðari. Hóast hesa fínu plasering, verða níggju tíggjundapartar av allari vínheystingini druknir í Argentina. Tað hevur onkur hagfrøðingur fingið til at vera, at hvør argentinari drekkur 48 litrar av víni um árið. Men her er talan um njóting, tí tað er sjáldsamt at síggja ávirkaðar argentinarar.

Hetta setir sjálvandi sín dám á matskráirnar hjá teimum mongu restauratiónunum í býnum, sum eisini er kendur fyri sítt framúr góða oksakjøt, ið fær okkara bestu viðmæli - og tað er heldur ikki ein óvanlig sjón at síggja eina útstappaða kúgv uttan fyri eina tílíka matstovu, ið bjóðar sínar rættir fram við stoltleika.



Frælsi og fólkaræði ikki sjálvsagdir lutir

Men eru argentinarar stoltir av sínum rávørum, skalt tú bara fara útum og spáka tær ein túr eftir teimum mongu gøtunum. Har finnur tú bæði stoltleika, ágrýtni og ein farra av varni og verju. Fólk, ið verja tað, ið fyri fáum árum síðani var óhugsandi.

Tær nýtist ikki at ganga leingi, áðrenn tú fært ein faldara fyri og annan eftir í hondina frá ungfólki við eldhuga í eygunum. Gaman í, eru ikki allir av so stórum týdningi, men tað, ið hesir boðberararnir gera, er at brúka demokratiið og tess møguleikar og framíhjárættindi til fulnar.

Eftir ártíggjur við skiftandi stýrum og tíðarskeiðum við forfylging, er fólkaræði als ikki nøkur sjálvfylgja. Mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at eini trátitúsund fólk blivu rænd, pínd og loyniliga tikin av døgum undir hernaðarstýrinum í sjeytiárunum.

Tað var ikki fyrr enn í 1983 - eftir kríggið um Islas Malvinas, her niðri má ein ikki siga Falklandsoyggjarnar - at stýrið fall eftir ósigurin ímóti tí ivaleyst óvæntaða aftursvarinum hjá Thatcher & co. Val bleiv útskrivað, sensurin varð avtikin, og fyri fyrstu ferð í suðuramerikanskari søgu blivu limir í eini hernaðarjuntu ákærdir og dømdir av einum rætti.

Síðani tá hevur militerið roynt at framt kvett tríggjar ferðir, men undirtøkan frá almenninginum hevur ongantíð verið nóg munadygg. Argentinarar hava nevniliga ikki gloymt, hvussu virðismikið talufrælsi og fólkaræði eru fyri eina tjóð, og ikki kann sigast annað, enn at tað var hugtakandi at møta hesum ungu fólkunum, ið brúktu teirra møguleika, at býta tað, tey trúðu upp á, út millum fólk, eins og vóru tað traktatir við onkrum andaligum tíðindum.

Hetta fær ein ungan at hugsa. Ein ungan, sum kemur úr einum landi, við heimsins óvirknastu politisku ungmannafeløgum, og úr einum kongaríki, har til ber at ironisera fólkaræði, sum vit hava sæð fyri ikki so langari tíð síðani. Jakob Haugaard hevði nevniliga ongan kjans havt í Argentina!


U2 og mammurnar

Enn í dag møtast mammur alment í Buenos Aires og krevja teirra horvnu synir aftur. Synir, sum hvurvu, meðan hernaðarstýrið ráddi fyri borgum.

Tíverri blivu vit ov stuttir at røkka eina konsert hjá heimsstjørnunum U2, ið sjalvir kalla seg ein POP-bolk. Men meðan teir á konsertini í Buenos Aires spældu inniliga hittið, ?One?, komu hesar mammurnar inn á pallin. Well, hugskotið eigur Sting ivaleyst, men boðskapurin kundi ikki verið greiðari: Fortíðin og tey horvnu eru ikki gloymd!


Avbyrgdir hinumegin á knøttinum

Men sum dagarnir gingu, var nóg mikið upplivað av stórbýarlívi.

Úr Buenos Aires koyrdu vit í 19 tímar upp til náttúruøkið Iguazú. Har búgva eini nítjantúsund fólk, so hetta var munandi bygdasligari enn í milliónahøvuðstaðnum.

Eitt tað fyrsta vit gjørdu, var at royna at ringja heim, men illa gekst í hond. Eftir at hava bíðað í tímar eftir at hava fingið samband, følir ein rættiliga, hvussu langt vit eru heiman. Vit eru faktiskt staddir hinumegin á jørðini, hóast hetta er torførari at ímynda sær, enn ein kundi trúð.

Eftir at hava sitið og prátað við fólk úr ymsum heimshornum á vallaraheiminum um kvøldið, varð farið til songar, og hetta bleiv ein heit nátt! Veðurlagið í Iguazú er nevniliga subtropiskt, og tá fleiri fólk sova í einum lítlum rúmi við ongari air-condition, ja, so verður kvalið.

Men vit vaknaðu tó morgunin eftir, fóru undir eina kærkomna brúsu, og eftir enn eina vónleysa roynd at ringja heim til Føroya, gekk leiðin til Iguazúfossarnar, sum í vavi sigast at vera mætari enn sjálvt teir í Niagara. Hetta høvdu vit eisini sæð fram til í spenningi, og vit fingu so sanniliga eisini valuta fyri teir tilsamans 9 $, sum atgongumerkið inn í sjálvt náttúruøkið kostaði.


Tað eingin hevur sæð

Fyrst varð farið upp í eitt torn við snyrlatrappum, har til bar at líta oman yvir ein part av fossunum, sum ein longu kundi hoyra, tá ein kom gangandi ímóti sjálvum torninum.

Jú, hetta vóru stórslignar leiðir at ferðast á. Ræsur vóru gjørdar gjøgnum hendan subtropisku skógin ella frumskógin, og brýr vóru bygdar yvir um áirnar og ytst úti við fossarnar. Og onkuntíð kom tað fyri, at ein helt fast í gyrðingina.

Ótrúligt, at standa á eggini og síggja oman yvir og skoða fuglarnar, sum áttu sær reiður í berginum. Summir enntá aftan fyri tey mongu tonsini og kubikmetrarnar av vatni, sum renna út av hvørt sekund, ið gongur, og ein fer at grunda um, tað nakrantíð er ella verður unnt mannaeygum at síggja lívið handan fossarnar.

Eisini bar til at skoða onkrar av fossunum úr neðra, ja, næstan standa beint undir hesum vátu náttúrukreftum, so at ein bleiv á kroppi, og tað var ringt hjá skilinum at fata hesar almiklu og ótroyttiligu orku og náttúrukreftir - at skilja hesar kreftir, rúmd og kanska duldu megi, hóast hon kanska kundi tykjast í so eyðsýnd.


Har londini hittast

Ein bergtakandi uppliving í einum øki, ið er so stórt, at ikki ber til, at síggja alt eftir einum degi og í einum landi. Sostatt máttu vit inn í ein nýggjan dag og inn í eitt annað land, skuldu vit síggja hetta stórsligna náttúruøkið við øllum sínum djóralívi frá øllum síðum. Tað er nevniliga í Iguazú, at tey trý londini Argentina, Paraguay og Brasilia møta hvørjum øðrum, men hóast tað, sóu vit einki til, at teir mongu litføgru summarfuglarnir skuldu vísa fram pass, tá teir fóru yvir um tey politisku landamørkini.