1. deild
Næstbesta danska deildin fór undir várhálvuna seinasta vikuskifti, og bara tann eini føroyingurin spældi. Umframt Óla Johannesen í Hvidovre og Atla Gregersen í Randers Freja er eisini Johan Byrial Hansen farin í næstbestu deildina at leika. Hann er útlæntur til Fredericia. Dysturin hjá Fredericia móti oddaliðnum Køge bleiv útsettur, so tað verður ikki fyrr enn komandi vikuskiti, at Johan leikar sín fyrsta dyst. Randers Freja vann uttan Atla Gregersen 1-0 ímóti botnliðnum B 93, og liggur nú í miðjuni í fyrstu deild. Hvidovre var á Fjón og leikti útidyst ímóti B 1909, og hóast leikliga yvirvág eyðnaðist tað ikki Hvidovre at fáa stig. Dysturin endaði 2-1 til heimaliðið, og málið hjá Hvidovre skeyt Óli Johannesen eftir ein góðan tíma. Kappingin um uppflytingina harðnar, og fleiri lið eru um boðið. Køge er gott boð til annað uppflytingarplássið, meðan eini fimm lið berjast um hitt plássið.