Hvønn verjir Karsten?

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur arbeitt við eini heilsunýskipan, ið hevur til endamáls at veita borgarunum eina trygga og góða heilsutænastu, til røttu tíð á røttum stað. At tað nú verður brúkt til at forða Vestmanna kommuna í at byggja eina heilsumiðstøð er harmiligt, tí tað er ikki til frama fyri álitið á innihaldið í heilsunýskipanini.

 

Niðurstøðan eftir viðgerðina av heilsunýskipanini var, at nógvir manglar vóru, har serliga tey stóru økini, so sum hvørjar tænastur skuldu verða á hvørjum sjúkrahúsi ikki bleiv viðgjørt.

 

Vit hava í Vestmanna verið so heppin, at vit hava og altíð hava havt, góða heilsutænastu við støðugum lækna og tannlækna, ið hava havt kennskap til borgarin og borgarin álit á skipanini. At hetta er ein tryggleiki og betrar um trivnaðin í bygdini er nokk eingin, ið ivast í.

 

Landsstýrismaðurin hevur vanliga hildið fast við, at tænastan skal verða nær borgarunum, tí er hetta sum nú gongur fyri seg ikki í tráð við politikkin á økinum annars.

 

Eg skal so gera mítt til, at Vestmanna kommuna sleppur í gongd við, at nútímansgera umstøðurnar á heilsutænastunum í kommununi.

 

Bárður Nielsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin