Hvør dystur er ein finala

Hjá StÍF er einasti møguleikin fyri finaluplássi at vinna hvørjaferð. Í dag taka teir móti Kyndli

Tveir dystir verða spældir í bestu mansdeildini í hondbólti í dag.

 

Á Skála hevur hondbóltsfepurin veruliga fingið fastatøkur, og í dag er tað Kyndil, sum kemur á vitjan. Vinnur StÍF, so halda teir fast í kollfirðingu og Vestmenningum, sum í løtuni liggja á finaluplássunum. Kyndil hevur hinvegin mist sín møguleika, men avrikini hava sveiggjað sera nógv, og raka teir ein góðan dag, verður trupult hjá heimaliðnum.

 

Í Havn spælir Neistin móti VÍF. VÍF er framvegis á finalukós, men munurin niður til StÍF er bert tvey stig, og tí eru ikki ráð til at snáva nakað afturat. Neistin hevur ikki stórvegis at spæla fyri, men teir hava fleiri ferðir argað vestmenningar í vetur, og so er spurningurin, um teir eru førir fyri hesum eina ferð afturat.

 

Báðir dystirnir verða bríkslaðir ígongd klokkan 16.00.