Norski Moddi varð hósdagin avdúkaður, sum eitt av nøvnunum á G! Men hvør er Moddi.
26-ára gamli Moddi skrivað norska tónleikasøgu í júst farna vikuskifti. Hetta hendi tá ið báðar útgávurnar, hann lat úr hondum í fjør, vórðu tilnevndar hvør sína norska tónlistavirðisløn Spelemansprisen í senn. Moddi vann virðislønina “ársins vísuútgáva” fyri útgávuna “Kæm va du?”. Hin útgávan, “Set the House on Fire” var tilnevnd at gerast “ársins popútgáva”.
Umframt hesar báðar “ársins útgáva” tilnevningarnar, var Moddi eisini tilnevndur at gerast ársins sangskrivari fyri báðar útgávurnar.
Moddi er ættaður úr lítlari fiskibygd á oynni Senja í norður-Noregi, og fløgan “Kæm va du?” snýr seg í stóran mun um hvussu Senja broytist fyri hvønn dag og minkar - eitt nú við tað, at nýggir vegir binda saman smáu bygdirnar. Smábygdalívið í einum oyggjasamfelag setur soleiðis sín dám á tónleikin.
Lagið “House by the sea”, ið tit kunnu síggja omanfyri, er eisini nakað føroyingar kunnu kenna seg aftur í og kundi eins væl verið skrivað um eina føroyska bygd, t.d. Syðrugøtu, har Moddi kemur