Hvør hevur avgjørt, at tað skal verða so?

Í grein á Facebook sunnudagin 8. juni, sigur ein lærari sína hugasan um øktu arbeiðsbyrðuna, sum er áløgd lærarum. M.a eru próvtøkukrøv og próvtøkuuppgávur broytt í innihaldi og økt í vavi, so fyrireikingin og rættiarbeiðið er vaksið munandi.

Lærarar skulu skriva undirvísingargongdir og ársætlanir, synopsur og finna ókendan tekst o.s.fr. Hon trýr als ikki uppá, at vit við hesum fáa ein betri skúla, og hvør er tá ætlanin við nýggju uppgávunum? Ein annar sera viðkomandi spurningur, hon setur er: “Hvør hevur avgjørt, at tað skal verða so”? Eg fari ikki at endurgeva alla greinina her, hóast innihaldið er viðkomandi og rakar nakrar sera grundleggjandi spurningar um skúlaskap og læring. Undirtøkan, greinin fær millum lærarar, talar sítt klára mál. Av teimum 560 limunum í Facebook-bólkinum hava 150 longu viðmælt (mær dámar) og aðrir 50 hava gjørt viðmerkingar. Talan er um spurdómar, sum lærarar kenna seg aftur í.

 

Økta arbeiðsbyrðan er í stórari andsøgn til sparingarnar á fólkaskúlaøkinum seinnu árini. Sparingar, sum m.a. hava havt við sær, at lærarar eru álagdir at undirvísa fleiri tímar, samstundis sum tíðin til aðrar uppgávur er munandi skerd. Líka so álvarsamt er tað tó, at lærarar í stóran mun síggja øktu krøvini um skjalfesting sum óneyðugt og tíðarkrevjandi arbeiði, uttan stórvegis meining. Tíðin hevði verið nógv betur brúkt til at fyrireika undirvísing ella til samveru við næmingarnar. Kenslan av eftirliti og av at skriva til leiðsluna, sum kortini ikki hevur stundir at lesa, er ikki ókend.

 

Spurningin um, hvør ið hevur avgjørt, at tað skal verða so, fari eg ikki at svara. Tann spurningin kunnu avvarðandi myndugleikar svara, hóast eg ivist stórliga í, at avvarðandi myndugleikar hava nakað svar. Men tað ber til at hugleiða um, hví støðan er sum hon er.

 

Øll vita, at okkarar skúlapolitikkur meira og minni hevur fyrimynd í donskun skúlapolitikki. At vit støðugt hava kopierað danskar skúlatankar er fyrigeviligt, men vandamálið er, at tað í stóran mun hevur sloppið okkum undan at orða okkara egna skúlapolitikk og av tí sama hevur orðaskiftið um fólkaskúlan í stóran mun snúð seg um smálutir heldur enn um grundleggjandi innihald og virði.

 

Fyri góðum tjúgu árum síðan byrjaði vend at koma í donsku fólkaskúlahugsanina. Í 1991 luttók danski fólkaskúlin fyri fyrstu ferð í altjóða lesikanning, og úrslitini vístu, at danskir næmingar ikki lósu so skjótt og væl sum næmingar í øðrum av luttakaralondunum. Aftaná komu aðrar altjóða kanningar. Fyrsta Pisa-kanningin, sum OECD skipaði fyri, var í 2001. Og síðan er tað í stóran mun tilmæli frá OECD, sum hava myndað skúlapolitikkin í heimsins londum. Í 2006 luttóku Føroyar fyri fyrstu ferð í Pisa-kanningini. Hesin ovurhugin at luttaka í altjóða sambærligum kanningum kom ikki av ongum, men var ein avleiðing av alheimsgerðini, sum tók dik á seg, og sannføringini um, at allir tættir í samfelagnum, eisini útbúgvingarverkið, mugu brynjast til kappingina m.a. við Tikarabúskapirnar í Asiu.

 

Sum ein liður í átakinum er í Danmark ásett, at 95% av ungdóminum skulu hava eina ungdómsútbúgving. Eitt mál sum tað gongst illa at náa, og sum setur nógvar ungdómar undir trýst at velja útbúgving, hóast hugur ella evni ikki samsvara valinum. Eitt annað átak var at seta ítøkilig mál fyri, hvat næmingar skulu duga á ymiskum floks/aldursstigum. Og sum framhald av hesum var umráðandi at finna og skjalfesta bestu undirvísingarhættir at náa ásettu málunum.

 

Í Føroyum byrjaði samsvarandi námsætlanararbeiðið í 2008, og í fólkaskúlanum vóru nýggju námsætlanirnar settar í gildi í august í 2011. Tað er ov eintáttað at siga, at hetta bara var ein eftirgerð av donskum viðurskiftum, tí um somu tíð var neyðugt at taka nýggja próvtalsstigan í nýtslu, skuldu vit ikki verða eftirbátar á altjóða útbúgvingarmarknaðinum. Absolutti próvtalsstigin krevur neyv mál, so næmingurin kann metast í mun til ásettu málini og ikki t.d. í mun til floksfelagarnar.

 

Tá námsætlanirnar, við neyvt ásettum málum vóru almannakunngjørdar, vóru fleiri lærarar, sum settu spurningin um, hvussu lærarar skuldu fyrihalda seg til næmingar, sum menningarliga vóru so fyri, at tað var órealistiskt og beinleiðis skaðiligt at trýsta hesar næmingar fram móti ásettu málunum, hóast floksstigið samsvaraði. Hesum kundi eingin ella var eingin at svara.

 

Samstundis skortar ikki við ábendingum um, at økta áherðslan á fakliga innihaldið, m.a. orsakað av Pisa-kanningum og landsroyndum, krøvini um at náa ásettum fakligum málum og økta trýstið á ungdómar um í skundi at velja útbúgving, sæst aftur í úrskiljing av næmingum til serlig undirvísingartilboð og í øktum tali av ørkimlaðum ungdómun, sum ikki finna fótafesti í ráðandi rákinum. Alt hetta eygleiða lærarar dagliga, men stóri trupulleikin er, at eingin áhugi er í at samskifta á tí støði, sum lærarar vita er viðkomandi og neyðugt.

 

Í kjalarvørrinum á nýggju námsætlanunum komu økt krøv um skjalfestan. Ivaleyst eru krøvini grundað á námsfrøði, men eisini við einum íkasti av misáliti. Kravið um at partar av álagda skrivliga arbeiðinum skal handast skúlaleiðsluni til ásetta tíð kundi bent á tað seinna. Hetta er tó, tá saman um kemur, ikki so týdningarmikið. Tað, sum átti at fingið ávaringarklokkurnar at ringja, er, at stórur partur av fólkaskúlalærarunum metir seg hava fingið álagdar uppgávur uttan at arbeiðstíð í ársverkinum fylgir við, og enn verri, at lærarar hava kenslu av, at uppgávan í lítlan mun gagnar dagliga arbeiðinum og tí ikki geva meining.

 

Framvegis standa vit við spurninginum um, hvør hevur sagt at tað skal verða so. Brotini omanfyri kundu kanska bent á, at broytingarnar at kalla eru riknar inn á okkum úr Danmark og útheiminum annars, men hóast tað er tað neyðugt, at lærarar fáa spurningin svaraðan, um hvørjar grundgevingarnar fyri broytingunum eru. Tað er ein væl kend sannroynd, at útbúgvingarpolitisk átøk ikki neyðturviliga fremja læring. Er tað tað, sum er um at henda her?

 

Herálvur Jacobsen,

formaður Føroya Lærarafelags