Hvørji áhugamál røkir ALS stýrið?

Vit hoyrdu nú ein dagin, at í 2015 kemur ALS at hava eitt lítið avlop á rakstrinum.

 

Eg sat nú eitt kvøldið og hugsaði um stýrið í ALS er klár yvir teirra uppgávu og hvat teirra størsta ábyrd er.

 

Tað er ein stór ábyrd, ið ALS hevur sum ein týðandi partur av trygdarnetinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Hevur stýrið í ALS gjørt sína uppgávu til lítar, soleiðis at ALS hevur møguleika at røkja sínar skyldur og hevur stýrið tryggja, at ALS eisini framyvir kann røkja sínar skyldur.

 

Vit hava hoyrt nú í nøkur ár, at raksturin í ALS hevur givið eitt stórt undirskot á fleiri hundrað milliónir krónur um árið. Hetta hevur ført til, at stýrið hevur skert útgjaldingarnar og hert treytirnar fyri at fáa útgjald.

 

Uppgávan hjá ALS er, at rinda út til tey, ið eru vorin so óheppin, at tey eru blivin arbeiðsleys. Arbeiðsloysið í Føroyum svingar, tað hevur tað altíð gjørt og tað kemur tað eisini at gera framyvir. Tí var tað ein sólskinssøga, tá ALS var sett á stovn fyrst í 90 árunum í seinastu øld, í ringastu krepputíð. Tey fyrstu árini rann tað bara út úr kassanum hjá ALS, tí arbeiðsloysið var stórt og inngjøldini stóðu ikki mát við útgjøldini. Tíbetur vendi gongdin og tíðirnar blivu betri í Føroyum og arbeiðsloysið minkaði og ALS kundi byrja at uppbyggja eina eginogn, til at standa ímóti við, um arbeiðsloysið aftur fór at vaksa. Henda eginogn bleiv so mikið stór einaferð fyrst í hesi øld, at fleiri fingu ilt av tí og vildu hava, at inngjaldið skuldi minka. Stýrið fyri ALS sendi eina áheitan til Vinnumálaráðið um at minka inngjaldið til ALS og at seta eitt hámarksgjald á hvussu nógv ein skuldi rinda inn í ALS.

 

Hví hetta varð gjørt, er mær ein stór gáta. Í 2008 kom ein alheimskreppa, ið rakti nógv lond hart. Føroyar og Skandinavia sum heild blivu eisini rakt av hesu alheimskreppu, men ikki líka hart sum onnur lond í Europa. Beinanvegin sum hetta hendi, vaks útgjaldið úr ALS og uppspardi eginpeningurin í ALS minkaði skjótt og framroknignar blivu gjørdar, ið vístu, at um onki bleiv gjørt, var kassin tómur um ikki so langa tíð. Tillagingar vóru gjørdar og ikki fyrr enn arbeiðsloysið kom væl undir 4%, kom javnvág á raksturin hjá ALS.

 

Er hettar eitt nóg trygt grundarlag hjá ALS at arbeiða undir. At arbeiðsloysið í Føroyum skal verða undir 3% fyri at ALS skal hava møguleika at upparbeiða sær eina eginogn, at standa ímøti við til tá arbeiðsloysið aftur fer at vaksa. Hvussu vildi standurin verðið í  Føroyum, um arbeiðsloysið var líka høgt sum í Spania ella Italia. So vóru bara pengar í ALS til eina heilt stutta tíð.  

 

Stýrið í ALS burdi arbeitt fyri, at ALS kundi haft eina eginogn ið var stór nokk, at stovnurin kundi virkað í eini 3 ár við einum arbeiðsloysi á 7 – 8% í minst 3 ár.

 

Inntøkugrundarlagið hjá ALS er ov lágt til, at ALS kann upparbeiða sær eina munandi eginogn, ið kann brúkast til tá arbeiðsloysið møguliga aftur fer at vaksa. Søgan hevur víst  okkum, at tað hendir við jøvnum millumbili.

 

Vit hava haft góðar tíðir í Føroyum í nøkur ár nú, við lágum arbeiðsloysi, men ikki fyrr enn í 2015 tá arbeiðsloysið fer niðurum 3%, klárar ALS at leggja pengar til síðis.

 

Tí haldið eg ikki, at núverandi stýrið í ALS hevur røkt sína skyldur, fyri at tryggja ALS eitt nøktandi og burðardygt inntøkugrundarlag og harvið tryggja, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur eitt gott og trygt trygdarnet undir sær, um arbeiðsloysið aftur fer at vaksa.

 

So fyri at enda við byrjani. Eri eg glaður yvir, at ALS kemur at hava eitt lítið yvirskot í 2015? Nei, slett ikki. ALS skuldi haft eitt stórt yvirskot í 2015. Arbeiðið er ikki gjørt nóg væl av stýrinum í ALS.

 

 

Pætur Niclasen,

S&K felagið