Hvussu fáa vit fólk at støðast í Føroyum?

Í kvøld kl 20 verður kjakfundur í Miðlahúsinum í sambandi við, at Norðuratlantsbólkurin leggur fram frágreiðingina, tey kalla ?Hví føroyingar búseta seg í Danmark?

Norðuratlantsbólkurin gevur í morgun út frágreiðingina ?Hví føroyingar búseta seg í Danmark?.

Kanningin vísir millum annað, at fólk búseta seg í Danmark, tí tey halda, at fá í útbúgvingartilboð eru í Føroyum, tað eru ov fáar fakligar avbjóðingar, ov lítið fakligt umhvørvið, og tí tey halda føroyska samfelagið vera ov konservativt.

Kann ? og skal ? nakað gerast við hetta? Og hvat kann gerast?

Tað fara trý fólk at kjakast um hóskvøldið: Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, Ólavur Ellefsen, stjóri á Simprentis, og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini. Orðstýrari verður Sjúrður Skaale.

Fundurin byrjar við, at nøkur høvuðsúrslit av frágreiðingini hjá Norðuratlantsbólkinum verða løgd fram.