Hvussu høgt er Mount Everest?

Kinesisk vísindafólk fara nú at kanna, hvussu høgt heimsins hægsta fjall veruliga er

Í 1954 kom ein indiskur vísindamaður til ta niðurstøðu, at heimsins hægsta fjall, Mount Everest, er 8.848 metrar høgt. Hetta talið kom at standa í skúlabókunum um allan heim, men fyri fimm árum síðani kunngjørdu amerikanskir granskarar, at Mount Everest er í veruleikanum 8.850 metrar høgt. Teir amerikonsku granskararnir gjørdu sínar kanningar við GPS-skipanini.
Men nú vilja granskarar vera við, at Mount Everest er 1,3 metur lægri enn higartil hildið, tí tann veksandi hitin á Jørðini hevur fingið ísin á tindinum at bráða. Ganga vit so eftir amerikonsku kanningini í 1999, skuldi Mount Everest verið 8.848,7 metrar í dag, men so einfalt er roknistykkið ikki. Tí granskararnir vísa á, at broytingar í undirgrundini í Himmalaya-fjøllunum gera, at fjøllini har verða trýst umleið ein centimetur uppeftir um árið.
Við øðrum orðum hækkar Mount Everest ein centi-metur um árið, samstundis sum ísurin á sjálvum tindinum lækkar....