Hvussu nógv eru tíggju dagar

Tosað verður nú í krókunum um, at tíðarfreistin ikki varð hildin, tá Frithleif Olsen varð skotin upp sum formansevni

Hvussu nógv eru tíggju dagar? Hetta tykist vera ein av spurningunum, sum nakrir av luttakarunum á komandi aðalfundinum í hesum døgum royna at greiða.
Orsøkin er, at tað nú er onkur, sum vil vera við, at tíðarfreistin fyri uppstillingina til formanspostin ikki varð yvirhildin, tá Frithleif Olsen varð skotin upp seinasta hóskvøld.


Í Fráboðanini til feløgini um aðalfundin stóð annars at lesa, at uppskot til nevndar- og formansval skuldu vera skrivstovuni í hendi 10 dagar undan aðalfundinum, og í seinasta lagi 5. februar.
Soleiðis er freistin, sum feløgini hava fingið upplýst yvirhildin, tí uppskoti var FSF í hendi hósdagin, 5. februar. Spurningurin er so, hvørt FSF hevur roknað rætt, tá tey í fráboðanini siga, at 5. februar er rætti dagurin. Aðalfundurin er sum kunnugt 14. februar, og verður hesin dagurin roknaður við í tíðarfreistini, so er 5. februar seinasti dagurin. Skulu 10 dagar roknast sum 10 samdøgur, so er støðan tó ein onnur. Aðalfundurin byrjar nevnliga kl. 10 um morgunin, og so vildi hósmorgunin verið rætta tíðarfreistin.
Tað tykist tó ikki, sum um hetta fer at hava nakra ávirkan á aðalfundin. Nevndarfundur var í FSF fríggjadagin, har frammanfyristandandi aðalfundurin var á skránni, og tá einki er komið haðani um, at uppskot ikki eru góðtikin, má væl saktans gangast út frá, at øll uppskotini eru góðtikin. Eisini uppstillingin av Frithleifi Olsen.
Sum vit hava skilt tað, so var ætlanin annars, at uppskot um útsetan av aðalfundinum skuldi setast fram við teirri grundgeving, at einki lógligt formansevni var í uppskoti. Spurningurin vildi tá verið, um Dánjal Andreasen so skuldi hildið fram fyribils í sessinum, ella um onkur av hinum nevndarlimunum hevði tikið við, fram til nýggjan aðalfund, men tann spurningurin tykist tó bara vera av hypotetiska slagnum.