Hvussu nógv skal prísurin á einum litri av bensini ella diesel hækka, fyri at viga upp ímóti missinum fyri at avtaka bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Tað vil Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, nú hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at rokna út.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu prísurin á einum litri av bensini ella dieselolju skulu hækkað, skal tað viga upp ímóti tí, landskassin fær inn í vegskatti við tí ferðslu, sum er í dag
Og at enda vil hann hava at vita, hvussu nógv prísurin á einum litri av bensini ella dieselolju skulu hækkað, fyri at kunna fíggja kostnaðin av at gera tað ókeypis at koyra við Bygdaleiðum og at sigla við Strandferðsluni.
Helgi Abrahamsen vísir á, at kjak hevur tikið seg upp um, hvussu raksturin av undirsjóvartunlunum skal fíggjast, tá íløgan er liðugt goldin. - Onkur sigur, at gjaldið skal lækka, onnur siga, at tað skal burtur, og uppaftur onnur halda, at gjaldið á allari samferðslu í landinum skal takast upp í eini heildarviðgerð.
Men hann heldur, at higartil hevur lítið verið at sæð til útrokningar sum vísa, hvat tær einstøku loysnirnar kosta, leggur hann afturat, og tí vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá.
Annars hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum gjørt nakrar útrokningar um nettupp hetta. Les meiri um tær við at trýsta HER
|