Hvussu skulu grein 7 dagsstovnar hjá tí almenna fíggjast?

Løgmaður vil ikki fíggja ætlaða barnagarðin á Landssjúkrahúsinum við pengum úr landskassanum.

Hetta skilst á grein í Dimmalætting 30. januar, har blaðið hevur samrøðu við løgmann um ymisk viðurskifti í sambandi við økismenning. Frammanundan hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, eisini verið alment frammi og vent tummilfingrinum niðureftir í hesum sama máli.
Barnaansing er eftir teirra tykki horvin av fíggjarlógini með alla, eftir at kommunurnar hava yvirtikið fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av dagstovnaøkinum.

Í tráð við lógina?
Men er hetta nú heilt í tráð við andan í løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt frá 1. juli 2000? Ella við tað, ið farið er fram á hesum øki, síðani lógin kom í gildi?
Sambært grein 7, stk. 2, í barnagarðslógini (sum lógin eisini verður rópt) kunnu kommunurnar geva øðrum, td. fyritøkum og stovnum, loyvi til at stovnseta dagstovn.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður m.a. grundgivið soleiðis fyri hesum:
"Í ávísum økjum í Føroyum hevur tað víst seg, at kommunan ikki kann nøkta tørvin á dagstovnaplássum í kommununi. Mett verður tí, at tað skal vera møguligt fyri onnur at taka seg saman um at gera ein dagstovn."
Hetta er greið tala - og tað sama kann sigast um lýsingina av, hvørji hesi "onnur" eru.
Har verður tikið soleiðis til í viðmerkingunum:
"Hesin møguleikin er serliga settur í lógaruppskotið fyri at ALMENNIR STOVNAR (mín undirstriking), privatar fyritøkur, einstaklingar ella onnur skulu hava møguleika fyri at bjóða sínum starvsfólkum eitt dagstovnapláss á m.a. arbeiðsplássinum".

Rokning uttan vert
Vert er at bíta merki í, at hvørki í lógini ella viðmerkingunum stendur nakað sum helst um, hvør skal bera kostnaðin av hesum stovnum.
Hesin spurningurin stóð tískil púra opin, tá umboð fyri Føroya Tele vendu sær til Tórshavnar kommunu (undirritaða, ið tá var borgarstjóri) við ynski um at fáa loyvi frá kommununi at gera slíkan dagstovn.
Tað eydnaðist okkum í góðum samstarvi rímiliga skjótt at koma ásamt um ein sáttmála, sum bæði býráðið og (leggið til merkis:) landsstýrið síðani góðtóku.
Sambært sáttmálanum skuldi Føroya Tele og Tórshavnar kommuna bera ávikavist 80 og 20 % av íløgukostnaðinum (tvs. byggikostnaðinum), meðan kommunan og foreldrini skuldu bera allar rakstrarútreiðslurnar - ávikavist 70 og 30 %, eins og galdandi er fyri allar aðrar dagstovnar.
Og eftir hesum leisti varð hesin fyrsti dagstovnurin av sínum slagi herfyri veruleiki.

Landssjúkrahúsið svartiper
Men nú ein annar almennur stovnur ætlar at taka táttin upp eftir
Føroya Tele, fær hann stólin settan fyri hurðina frá landsstýrinum.
Mótsatt Føroya Tele stendur Landssjúkrahúsið á løgtingsfíggjarlógini, og landskassin skal altso ikki hava nakað við barnaansing at gera longur!?
Men hevur landsstýrið við góðkenning síni av sáttmálanum millum Føroya Tele og Tórshavnar kommunu ikki í roynd og veru samstundis skorið leistin fyri fíggingini av øðrum líknandi dagstovnum - almennum sum privatum?
Ella hvussu hevur løgmaður ímyndað sær, at hesir §7-dagstovnarnir annars skulu fíggjast?
Vónandi fæst ein loysn á hesum máli sum skjótast, so eisini henda ætlanin kann verða veruleiki áðrenn langt umlíður.