Hvussu stóra undirtøku fekk Miðflokkurin í veljarakanningini í dag?
Nei, tað kanst tú jálvandi ikki vita, tí hvørki útvarp ella sjónvarp kringvarpsins søgdu okkum tað, men friður verði við teimum.
So skjótt sjónvarpið var liðugt, ringdi tann fyrsti at spyrja og vit kundu glað siga honum, at sambart veljarakanningini í dag er undirtøkan fyri Miðflokkinum økt til 6 % av atkvøðunum .
Gævið hetta verður enn ein varði á leiðini til eitt enn størri úrslit hósdagin (og í oktobur)- og hví ikki?
Vit hava ein góðan politik og hendan vilja vit fegin siga frá- eisini úti í heimi. Og nú høvið býðst at sleppa á fólkating, hevði tað verið upplagt.
Dønum tørva okkara manngóða og menniskjaverjandi politik, sum ikki bert ynskir at verja ófødda barnið, á veg inn í heimin, men eisini tey eldru! Tey eldru, sum eiga at sleppa hiðani í friði og náðum, uttan at nakar óviðkomandi og fremmandur, sum heldur átti at veitt linna og uggan, styttur lívstráð teirra. Sama við tí sjúka, tí uttan mun til hvussu vónleys sjúka teirra enn er, so hava vit skyldu at hjálpa teimum til ein virðiligan og tryggan deyða.
So áheitan mín er enn einaferð- far á val hósdagin og fá onkran við tær!
Jenis av Rana,
Formaður Miðfloksins