Hvussu tryggur er bilur tín?

Tíðindaskriv
Ráðið fyri Ferðslutrygd
 
Í álitinum um Nullhugsjónina stendur:
Kap 30.1 EuroNCAP
Miðskeiðis í 90-árunum tóku fremstu bileigarafelagsskapir í Evropa seg saman og fóru undir verkætlanina ?European New Car Assessment Programme?, stytt EuroNCAP.
Í fyrsta umfari varð biðið um samstarv við svensku og bretsku ríkisstjórnirnar.
Endamálið við verkætlanini var at fáa bilaframleiðarar at betra um trygdina á bilum við m.a. at gera samanstoytsroyndir við øllum nýggjum bilum, so hvørt teir komu fram, og geva teimum eina virðismeting ella ?stjørnurating?, sum tað verður rópt, alt eftir, hvussu væl teir stóðu seg í royndunum.
Ikki so óvæntað, vóru bilaframleiðararnir ikki ovurfegnir um hetta stigið. Men, hvussu var og ikki, so hava teir tó allir roynt at gera bilarnar so tryggar, at teir stóðu royndirnar sum best.
Í fyrstuni var vanligt, at bilar fingu tvær stjørnur, men nú er eingin bilaframleiðari nøgdur, fyrr enn nýggi bilurin fær 4 stjørnur.
EuroNCAP roynir nú at hækka støðið enn meira og arbeiðir við einum ?5-stjørnuprísi?.
Kanningar prógva, at EuroNCAP longur hevur bjargað mannalívum í túsunda tali.