Eftirlitið við kommunalar tænastur í Noregi vísir, at børn og ungum í truplum korum fáa ikki hjálp og stuðul nóg tíðliga.
Tað er tørvur á eini skipan, sum betur megnar at hava eyguni við, um tiltøkini, ið verða sett í verk á barnaverndarøkinum í kommunum í Noregi, eru nóg góð. Tað heldur granskari við Universitetið í Stavanger.
Sambært almennum leiðreglum í Noregi kann eitt barn, sum vísir tekin um mistrivnað í eitt tíðarskeið, geva ábending um, at tað livir í eini vandastøðu. Sama er galdandi, um barnið knappliga broytir atferð. Fleiri eftirlitsfrágreiðingar, sum byggja á gjøgnumgongd av nógvum barnaverndarmálum, vísa, at børn og ung ikki fáa hjálp og stuðul nóg tíðliga, og at tað, sum verður sett í verk, ikki er nóg væl samskipað. Tiltøk kunnu vera sett í verk bæði í skúla, heilsutænastum og barnavernd. Granskarar í Stavanger hava saman við tveimum kommunum í Rogalandi sett í verk átakið Betri tvørfakligur innsatsur – á norskum stytt til BTI. Saman royna tey at loysa avbjóðingarnar, sum eru, tá ið talan er um trivnað hjá børnum og ungum.
Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.
Álagt at handla, tá eitthvørt er fráboðað
BTI fevnir um allar tænastur í kommununum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis arbeiða við børnum og ungum. Tað er álagt starvsfólkunum í tænastunum at handla, um stúran er um eitt barn, sama hvør støðan er. Tað kann snúgva seg um lívsstøðuna, heilsuna, trivnaðin í skúlanum ella onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á barnið. Fleiri kommunur hava sett BTI-átakið í verk, soleiðis at børn, ung og familjur teirra fáa hjálp so tíðliga til ber.
– Átakið verður lýst at vera tvørfakligt samstarv, og í tí eru amboð, sum kunnu verða brúkt at varnast ymsar trupulleikar hjá børnum og ungum, sigur Anne Schanche Selbekk, granskari við Universitetið í Stavanger.
Hetta stendur millum annað í grein hjá Skúlablaðnum á netinum, og mmeira um hetta sæst her: Hvussu varnast vit fyrr børn og ung, sum tørvar hjálp? (lararafelag.fo)