Hvussu verður við Heimarøktini framyvir?

Undirritaðu økisleiðarar í Heimarøktini harmast um støðuna, sum er íkomin nú bæði stjórin fyri Heimarøktina & Serforsorgina og fakligi leiðarin innan røktarøkið hava valt at siga seg úr starvi.

At hetta hendir nú stórar broytingar standa fyri framman, tá eldraøkið skal leggjast út á kommunurnar at umsita, ger ikki støðuna minni óhepna, tá hugsað verður um tey umsitingarligu og fakligu innlit hesi starvsfólk hava.
Síðani Heimarøktin í august 1996 alment fór at virka eftir núverandi leisti, hava vit verið fyri støðugum broytingum og alsamt fleiri uppgávur eru og verða lagdar út á einstøku økini at umsita. Hetta krevur bæði eina vælvirkandi økisfyrisiting og miðfyrisiting. Miðsfyrisitingin tekur samanum fyri allar Før-oyar, soleiðis, at tænastan verður so eins kring alt landið sum tilber. Í hesum sambandi hava vit støðugt víst á tørvin á einum fakligum leiðara. Heimarøktin & Serforsorgin er ein stovnur, og hevur Serforsorgin haft fakligan leiðara allatíðina. Hin 1. oktober 2002, varð loksins fakligur leiðari settur fyri Heimarøktina og hóast bert 4. mánaðar í starvi, kunnu vit longu ásanna, hvussu alstóran týdning hetta hevur fyri hesa skipan.
Vit meta tí støðuna so álvarsliga, at hetta í ringasta føri kann hava við sær, at Heimarøktin sindrast.
At støðan í Heimarøktini mangan kann tykjast kaotisk er ongin loyna og at størsti trupulleikin er manglandi peningalig orka, er ivaleyst heldur ongum ókunnugt. Við at lesa "Álitið um eldraøkið", sum varð almannakunngjørt í fjør, kann ein og hvør resonnera seg fram til, at stóri tørvurin á samdøgursplássum - umleið 315 - má kosta Heimarøktini dýrt. Hvaðani skuldu fólk við hesum tørvi annars fingið hjálpina?
Hinvegin kunnu vit spyrja um verkætlanin "Royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni" (Løgtingslóg nr. 111 frá 20.12.02), ikki var eitt politiskt signal um, at eldraøkið møguliga kundi verið skipað øðrvísi?
Eftirmetingin av hesi royndarskipan varð liðug 27. august 2002. Men við "Kunngerð nr. 7 frá 27.01.03 um eldrarøkt í Sandoynni" er nú avgjørt, at eldrarøktin í Sandoynni skal halda áfram sum í verkætlanini. Hetta er bert at frøast um, eisini tí roknast má við, at vit loksins hava fingið ein leist at ganga eftir fyri allar Føroyar.
Um hetta er ætlanin hjá politiska myndugleikanum, krevst, at restin av eldraøkinum í Føroyum fær víðkað fíggjarligu karmarnar munandi, soleiðis, at samsvar er ímillum tørv og fólkatal í teimum ymisku økjunum.
???????????????????????

Anna Maria Oskarsson
Elsba Lutzen
Sonja Klein
Ása Hanusson
Jeanna í Lágabø