Hvussu virkar Tryggingarfelag Føroyar?

FINN 5 ANDSÓGNIR ella fleiri

 

Ger tína niðurstøðu út frá fylgjandi:

1. TF-samtakið er ogn hjá kundanum.

2. Tað er kundin í FØROYUM, sum hevur týdning fyri felagið.

3. Visión, missión hjá felagnum er í stuttum: TRYGD og VØKSTUR í Føroyum.

4. Roknskapir fyri TF-holding vísa, at eginognin seinastu 10 árini er økt við umleið 1.000 mió kr.

5. Kundin eigur at fegnast um hesa stóru øking í eginognini. Eginognin er nú umleið 2.300 mió kr.

6. Tú, sum eigur part av eginognini, kann selja tín ognarpart ella lata børnum tínum hann í arv.

7. Kundin skal upplýsa um sín TF-ognarpart í skattauppgerðini til TAKS.

8. Eginpeningurin øktist øll seinastu 10 árini, undantantikið í 2008, tá ið hann minkaði við 380 mió kr.

9. Tapini í 2008 stóðust m.a. av beinleiðis íløgum (corporate finance-virksemi) uttanlands, eitt nú av íløguni í Grønlandsbankanum.

10. Onnur munandi tap av  corporate finance-virksemi uttanlands hava eisini ávirkað eginpeningin, m.a. íløga handan hav umvegis dul-nevndan føroyskan fyriskipara.

11. TF royndi fyri fáum árum síðani - eins og EIK og BankNordik - at keypa útlendska fíggjarfyritøku. Hetta hevði kundin bønað og biðið leiðsluna í TF um at fremja í verki, tí við hesum kundi TF vísa kundum sínum, hvussu nógv felagið gagnaði kundanum í føroyska samfelagnum.

12. TF fylgir altjóða 'good governance practices'. Tí eru í fleiri førum somu persónar settir í stjórn og nevnd hjá ymsum feløgum undir samtakinum, sum takast við banka-, tryggingar- og corporate finance-virksemi. Hetta, tí at hesir persónar við nógvum kasjettum á knokkinum tryggja 'synergi' millum feløgini í samtakinum.

13. TF grundar sítt virksemi á 'COOP-' ella 'andeils-tankan'. Við hesum er TF ein ikki-profitt-søkjandi fyritøka. TF leggur seg tí eftir IKKI í tryggingar- og bankavirksemi sínum at fáa eykavinning burturúr duopol-líknandi støðu síni.

14. TF keypti fyri kortum 70% av EIK fyri hundraðtals-milliónir krónur. Hetta hevði felagið ráð til, hóast tað ikki hevði misnýtt monopol-støðu sína á føroyska tryggingarmarknaðinum í áratíggju.