Hybrid bilar eru nú meira kappingarførir í prísi

Tað eru 18 ár síðani at reyni service seldi tann fyrsta hybridbilin, sum er seldur í føroyum. síðani eru seldir umeleið 660 toyota hybridbilar

 

Tað hevur havt ávirkan, at lógin er broytt so­leiðis, at hybrid bilar nú sleppa bí­ligari í avgjøldum til landskassan.

Tað staðfestir Sámal av Reyni, stjóri hjá Toy­ota umboðnum í Føroyum, Reyni Ser­vice.

– Jú, fólk hyggja meira eftir hybrid bil­um nú, enn tey gjørdu áður, sigur Sám­al av Reyni.

Hjá Reyni Service hava tey nógvar h­y­brid bilar, tí Toyota hevur alla tíðina ver­ið sera frammalaga á hybridøkinum.

Tað eru 18 ár síðani, at Reyni Service seldi fyrsta hybridbilin, sum varð seldur í Før­oyum, ið var ein Toyota Prius. Síðani tá eru seld­ir umleið 600 Toyotabilar við hy­brid­tøkni. Toyota er frammalaga við hy­brid-tøkni, og flestu modellini fáast sum hybrid.

– Men prísurin hevur verið stóra av­bjóð­­ing­in. Hybridbilarnir vóru munandi dýr­­ari enn somu bilar við bensin ella die­sel, og tað var ein trupulleiki, sigur Sám­al av Reyni, stjóri á Reyni Service, sum er fegin um ta broyting, sum Løg­ting­ið gjørdi fyrr í ár, tá avgjøldini vórðu lækk­að á hybrid bilum í sambandi við, at lóg­in um el-bilarnar varð broytt.

##med2##

Elbilurin er á gáttini

Í næstsíðstu viku kunnugjørdi Toyota, at tey koma við einum nýggjum modelli av einum el-bili, sum eitur BZ – Beyond Zero.

– Tað er nakað, sum vit eru sera spent uppá, sigur Sámal á Reyni.

 – Vit vætna at fáa tvey elbilamodell í 2022. Nú koma so tvey model sum plugin hybrid. Toyota Rav 4 og Toyota Prius.Og tá kanst tú koyra upp til 75 km upp á el, so koyrir tú bara í Havnini, so kanst tú klára teg við bara at koyra upp á el.

Øll Toyotamodellini – uttan tann lítli og framm­anundan økonomiski Aygo, fá­ast sum hybrid. 

Eftirspurningurin eftir diesel minkar støð­ugt, eins og eftirspurningurin eftir bens­in­bilum eisini minkar nakað – tí størsti eftirspuringurin er eftir hybrid.

– Vit fáa í næstum ein nýggjan el vøru­bil, Pro Ace, ið kemur sum elbilur bæði við 50 KW og 75 KW battaríi. Teir verða helst vælegnaðir til býarkoyring, held­ur Sámal av Reyni.

Vetnisbilar frá Toyota

Toyota er eisini sera frammalaga við brint tøkni við Toyota Mirai. 

Har er eitt nýtt model av brintbilinum hjá Toyota, Mirai. Hann er vorðin enn flottari og prísstøðið farið nakað niður.

Enn ber ikki til at fylla brennievni á í Føroyum. Tað skulu serligir kom­press­ar­ar til. Tað verður helst ein upp­gáva fyri oljufeløgini.

Men eins og við elbilunum, so er einki avgjald á brintbilar eins og teir eisini fáa mvg-afturbering. Men í Føroyum vantar infrakervið til brintbilar.

– So tað liggur nakað frammi í tíðini, men valla nógv ár, nøkur fá ár, kanska eini 3-4 vildi eg mett, sigur Sámal av Reyni.

Fyrimunurin við brint er, at tað tekur bara eina lítla løtu at fylla tangan, eins og við brennievni, og tað kann goymast í tang­um sum bensin og diesel.

 Brintbilarnir, ella vetnisbilar, sum tað eit­ur á føroyskum, eru meira øko­nom­isk­ir at koyra við enn bensinbilar, og so eru teir eisini sum hybrid bilar – við brint og el.

Heldur betri brúktbilavirði

Spurdur hvussu lógarbroytingin av avgjaldinum á hybridbilarnar hevur merkt prísstøðið svarar Sámal av Reyni:

– Enn eru hybrid bilar dýrari enn bensin og diesel, men ikki so nógv. Nú er tað skjótari at spara pengarnar inn­aftur í spardum brennievni og lægri vekt­gjaldi, umframt at hybridbilurin eisini verð­ur lættari at selja aftur um nøkur ár, enn ein bensin ella diesel. Eg hugsi, at teir fara halda betri virði, sigur hann.

Hjá Reyni Service hava tey nógvar hybridbilar á goymslu. Yaris, sum júst er blivin ársins bilur í Evropa er nógv eft­ir­spurdur, so tað eru ikki so nógvir av hon­um eftir á goymslu, sigur hann.

Spurdur hvussu nógv bíligari, bilarnir eru vorðnir síðani lógarbroytingina í februar, sigur Sámal av Reyni, at lækkingin liggur millum 30.000 og 140.000 krónur frá tí bíligasta til tann dýrasta hybridbilin.