Hybridbilarnir eru nú bíligari

Og lógin um avgjaldsfrítøku og mvg afturbering til elbilar kemur nú aftur í gildi

Løgtingið hevur samtykt við triðju viðgerð at lata hybridbilar og plug-in hybrid bilar sleppa lættari í avgjøldum, og at mvg frítøkan og avgjaldsfrítøkan av elbilum heldur fram í eitt ár afturat.

Tað hevur verið nógv orðaskifti, um hvørt tað er rætt eisini at lata hybridbilar, sum brúka diesel og bensin, sleppa lættar í avgjøldum, tí teir eru »grønir bilar«.

Ein greiður meiriluti í Løgtinginum var í móti hesum, men atkvøddu kortini fyri.

Bæði Johan Dahl og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, søgdu seg vera ímóti at lata hybrid bilar sleppa lættar í avgjøldum. Men tey atkvøddu kortini fyri.

Lógin um at frítaka elbilar fyri avgjøld og um mvg afturbering til elbilar fór úr gildi á nýggjárinum, og hevur hon sostætt ikki verið í gildi í ár. Tann sama lógin kemur nú í gildi aftur.

Um lógin verður lýst í kunngerðablaðnum á netinum í dag, so kemur hon í gildi í morgin – og so kunnu fólk keypa bíligari hybridbilar og aftur keypa avgjaldsfríar elbilar. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst, so um landsstýrið ikki sendir kunngerðina út fyrr enn í morgin, so verður tað ikki fyrr enn mánadagin, at føroyingar kunnu keypa bíligar el- og hybridbilar.