Hygg inneftir og síggj úteftir

Tað ræður um at hyggja inn í seg sjálvan, og samstundis síggja heimin rundan um teg, um nøkur nytta skal fáast burtur úr tær, sigur formaðurin í altjóða Bláa Krossi, norðmaðurin Geir Gundersen, sum helt fyrilestur um rúsevni í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag

Tú mást finna teg sjálvan, men síggja og kenna umheimin, um tú skalt gera tær nakrar vónir um at kunna brúkast sum hjálp hjá øðrum, sum hava hjálp fyri neyðini, sigur Geir Gundersen, sum er formaður fyri altjóða Bláa Krossi. Hann helt fyrilestur á ráðstevnu hjá Bláa Krossi í Føroyum, sum hildin varð í samband við, at Blái Krossur hevur hundrað ár á baki í Føroyum.
Geir Gundersen tosaði á ráðstevnuni um viðurskifti millum misnýtara og viðgerðarar. Um hættir fyri viðgerð og um hvussu til ber at fáa orð á ein misnýtara.

Lat upp
Tað er av størsta týdningi, segði hann, at tann, sum skal hjálpa einum persóni burtur úr misnýtslu, er atkomiligur hjá tí, sum hjálpast skal. Vegurin hjá tí, sum skal hjálpa, er altíð vegurin um seg sjálvan, segði Geir Gundersen, formaður í atljóða Bláa Krossi.
Tað má vera soleiðis, at misnýtarin kann koma til tann, sum skal hjálpa honum. Og fyri at hann kann tað, skal hjálparin vita, hvussu hann kann lova ti, sum hjálpina skal hava, framat. Hjálparin má vera greiður í síni søk og sinum útmeldingum, um nøkur nytta skal fáast burtur úr honum, segði Geir Gundersen.
Tað skiltist á innlegginum hjá Geir Gundersen, at »etableraða systemið« var ikki júst tað, hann hevði mest álit á. Honum dámdi betri, at hjálparin var, ella hevði verið, á sama støði sum misnýtarin, sum viðgerast skuldi.
Hann greiddi frá einum, sum hevði verið til viðgerðar, sum segði frá, at tey, hann fekk mest nyttu burturúr, vóru hansara medpatientar. Síðan kom vaskikonan, og at enda vóru tað tey sonevndu klóku í ovara enda.
Tað er neyðugt hjá okkum øllum, bæði misnýtara og viðgerðara, at vit hyggja at egnum lívi og skilja, hvat vit vilja við tí, segði Geir Gundersen.
Vit mugu skifta fordómar og sjálvgjørdar gudamyndir út við tann einfalda spurningin til okkum sjálv: »Hvør ert tú?«
Hesin spurningur, ið er lættur at seta, men ofta ringur at svara. Fyrr enn vit vita og duga at brúka tað, kunnu vit illa ráðgeva ørðum um, hvussu tey skulu vera, sigur hann.

Nýggjur í gomlum felagsskapi
Geir Gundersen er fyrsti formaðurin í altjóða Bláa Krossi, sum ikki er úr Sveits.
Tann søgan hevur sín uppruna í, at Blái Krossur, eins og Reyði Krossur, er felagskapur, sum stovnaður er í Sveits. Og higar til dags hava tey hildið uppá, at formaðurin eisini hevur verið haðani.
Men Geir Gundersen er ikki nakar veteranur í hesum arbeiðinum. Hann er ikki fyrr enn fyri umleið trimum árum síðan komin upp í Bláa Kross yvirhøvur, greiddi hann frá á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Og longu er hann altjóða formaður.
Hann nam eitt sindur við søguna hjá Bláa Krossi, sum í altjóða høpi hevur 127 ár á baki.
Í Føroyum hevur Blái Krossur verið í hundrað ár. Tað er longri, enn felagsskapurin hevur verið í Noreg, vísti hann á og kallaði tí føroyska felagsskapin fyri stórabeiggja.
Blái Krossur byggir á kristið grundarlag. Men altjóða formaðurin, sum er prestur, legði dent á, at endamálið hjá felagsskapinum í dag var ikki at prædika nakran boðskap um ein fráhaldsfelagsskap, men heldur at virka sum ein hjáparfelagsskapur, sum tók sær av fólki, ið eru komin illa fyri. Men sum tó so sanniliga eisini hevði ein fyribyrgjandi boðskap at bera.