Norðurlandahúsið 20 ár
Dagfinn Olsen
Karin Kjølbro er farin frá, eftir at hava sitið sum einasti føroyski stýrisformaður í stýrinum fyri Norðurlandahúsið. Men í hennara stað er hálvi føroyingurin Helvinn Høst komin.
- Stýrið velur sjálvt formannin, sum situr í tvey ár í senn. Eg hevði sitið longst í stýrinum, so tað var nokkso náttúrligt, at eg tók við sum formaður, sigur Helvinn Høst, sum hevur pápa úr Hvalba og sum hevur verið nógv í Føroyum. Gerandisstarv sítt hevur hann í danska mentamálaráðnum.
- Saman við leiðsluni, so leiðir stýrisformaðurin fundirnar. Men annars hevur stýrið ábyrgd av húsinum yvirfyri Norðurlandaráðnum, bæði fíggjarliga og á annan hátt, so vit fylgja væl við, sigur Helvinn Høst.
Ment útnorðursamstarv
Helvinn Høst verður við til 20 ára haldið fyri Norðurlandahúsið og skal flyta fram røðu. Men hvussu sær stýrisformaðurin framtíðina?.
- Eg ætli at tala fyri einum mentum útnorðursamstarvi. Tað er gott samstarv við Ísland og Grønland í dag og eigur hetta at mennast. Og eisini eiga vit at byggja meira á tey sambond, vit hava fingið við t.d. Hetland og Írland, sigur Helvin Høst, sum í røðu síni ætlar at hyggja aftureftir, men eisini frameftir.