- Í Ævintýraferðini í ár fara vit bæði út í stjørnuheimin og inn í okkum sjálvi, sigur Dánjal á Neystabø.
Barnasetrið - har alt ber til, um tú brúkar títt barnaskil. Tað er heitið á Ævintýraferðini hjá Dánjali og Búa í ár.
Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava seinastu árini lagt seg eftir at nýta vísind av ymsum slag í væl umtóktu barnasjónleikunum. Í fjør var tað vísindin hjá Einstein, men í ár verður tað meiri hugvísindi.
- Í ár hava vit leita okkum íblástur hjá heimsspekingunum. Tað fevnir frá grisku heimsspekingunum Pythagoras, Sokrates, Platon og til danska Søren Kierkegaard. Platon og Kierkegaard mynda á ein hátt rammuna. Pytagoras er upptikin av alheiminum og ferðast langt út í stjørnuheimin, men Kierkegaard eggjar okkum at hyggja inn í okkum sjálv. Í Ævintýraferðini hesaferð gera vit júst hetta. Vit ferðast bæði út millum gongustjørnur og stjørnur, eins og vit fara á eina ferð inn í Dánjal Kaggadingding Kaggadingding Kaggadum. Ella sum vit syngja í einum sangi: Úr kirkjugarðinum kanst tú fara út í rúmdina, greiða teir báðir, Dánjal á Neystabø og Búi Dam frá.
Teir báðir hava ikki tikist nógv við vísind á síni lívsleið, men halda, at tað er eitt spennandi krossfelt millum listarliga og andaliga og tað vísindaliga.
- Nógvir av spurningunum, sum vísindin roynir at svara, eru spurningar, sum upprunaliga vóru andaligir. Spurningarnir spretta úr tí sama og hava tí ofta bæði eitt vísindaligt og eitt andaligt svar, siga teir.
- Í India siga tey, at allir átrúnaður eru áir út í sama sjógv, og vit halda, at vísindin er ein av hesum áunum, sigur Búi Dam.
Dánjal á Neystabø sigur, at endamálið við sýningini er at eggja børnunum at undrast, umframt at hugleiða um onkur av boðunum á svar, sum heimsspekingarnir eru komnir við.
- Hvat meinar Kirkjugarð, tá hann sigur, at lívið er eitt runt stykki av ást? Ein av niðurstøðunum hjá okkum, og sum onkrir av eldru heimsspekingunum eisini nam við, er at alt er kærleiki. Úr heimsspekini hjá Sokrates og Kierkegaard nerta vit eisini við etisk evni og sum hjá Kierkegaard fyllir Jesus eisini nakað í framsýningini hjá okkum. Kortini er tað ikki tað týdningarmesta fyri okkum, at børnini skilja boðskapin, men at tey hugna sær, sigur hann.
Ævintýraferðin byrjaði í 2004 og hevur síðani verið fastur partur av ólavsøkuskránni nærum øll árini. Í ár vera framsýningarnar á Østrøm ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14, 16 og 18.