Ongantíð hava so nógv fólk hugt eftir TV2 Norge, sum tá ið norska manslandsliðið í hondbólti í gjár spældi HM-finalu ímóti Fraklandi.
Sjónvarpsrásin skrivar á heimasíðu sínari, at 1.626.000 hyggjarar vóru til HM-finaluna, sum Noreg tapti. Hetta hyggjaratalið er met.
- Hetta er heilt fantastiskt. Norsku silvurdreingirnir eru gulldreingirnir hjá TV2. Tølini vísa, at teir hava hertikið alt kongaríkið, sigur ítróttarleiðarin hjá TV2, Vegard Jansen Hagen.
Gamla metið var frá 2011, tá ið norska kvinnulandsliðið spældi HM-finalu. Tá hugdu 1.619.000 hyggjarar við.
Meðan finalan var í gongd í gjár, høvdu 81,9% av øllum tendraðum sjónvørpum í Noregi á TV2 Norge og HM-finaluni.