– Tað er eingin ivi um, at var talan um eina stevnu, vit ikki plaga at fara til, so høvdu vit valt hana frá. Hetta eru lítið sømilig kor fyri eina so mikið dýra stevnu sum Oyggjaleikir, sigur Rókur í Jákupsstovu frá Svimjisambandinum, nú fyrireikararnir av svimjingini á Isle of Wight hava boðað frá, at svimjihylurin, ið skal brúkast á Oyggjaleikunum í summar, er nakrar millimetrar ov stuttur.
At hylurin tí ikki lýkur altjóða FINA-krøv, kemur illa við hjá bæði Svimjisambandinum og føroysku svimjarunum, tí svimjararnir ganga ikki bara høgt uppí at vinna heiðursmerki, men satsa eisini nógv upp á sjálvar tíðirnar, sum á Oyggjaleikunum ofta eru bæði persónlig og føroysk met og kunnu brúkast sum tilmeldingartíðir til eitt nú EM- og HM-kappingar.
Hetta hevur gjørt, at Svimjisambandið noyðist at endurskoða luttøkuna á Isle of Wight, hóast tíðin er knpp, so illa ber til at sleppa luttøkuni. Men hóast svimjararnir fegnir vilja halda fram við góðu úrslitunum og mongu heiðursmerkjunum á Rhodos og í Álandi, kann hetta fáa ávirkan:
– Tað er væl hugsandi, at summir av okkara bestu velja Oyggjaleikir frá, og spurningurin er tí, um Svimjisambandið heldur skal senda eitt breiðari lið, fyri at royna at vinna so nógv heiðursmerki sum gjørligt, heldur enn at satsa uppá, at nakrir fáir úrmælingar taka gullið, sigur Rókur í Jákupsstovu.