Hyundai Sonata hevur tey seinnu árini verið ein sera snøggur bilur. Nú sær tað út til at Sonata flytur ein klassa upp í stødd og útgerð. Um prísurin eisini ger tað, vita vit ikki enn. Umframt tann vanliga 4 syl. 2.0 litur bensinmotorin verður ein 2.7 litur V6, sum eisini verður brúktur í Hyundai Santa Fe og Trajet. Ein nýggjur 2.0 common-rail dieselmotorur verður eisini á skránni.
Kelda: FDM / Motor