Ðið

Eg ákæri (onkran), tí føroyskt er ikki torført at stava!

Eyðun á Borg, Argir
???????????????

Ein kanning vísir, at miðnámsnæmingar duga illa at stava. Teir duga ikki at seta ð á rætt pláss.
Sum mállærari (fø/en/da) noyðist eg at staðfesta, at rættskrivingin hjá nógvum føroyingum er heldur vánalig. Her verður ikki bert hugsað um næmingar. Fjølmiðlafólk og eisini fleiri skúlafólk og onnur við góðari útbúgving hava trupulleikar við t.d. eddinum.
Spurningurin er so, hví so nógv fólk duga so illa at stava!? Ja, neyvan er tað tí, at føroyskt er torført at stava. Tað kann ikki vera orsøkin. Samanbera vit t.d. við enskt mál og nevna eini tvey orð, t.d. teacher (lærari) og beautiful (vøkur), so sæst, at føroysk stavseting er lættari /einfaldari, tí hon líkist framburðinum (úttaluni) so nógv. Franskt mál, t.d., er uppaftur truplari enn enskt, tí munurin millum stavseting og úttalu er sera stórur. Kortini ber til at læra at skriva hasi málini, hví so ikki føroyskt? Annars hevur danskt mál eisini bókstavir, sum ikki verða frambornir (d og g)!

Málslig líkasæla ella - - - ?
Hvat er so galið hjá okkum í Føroyum? Er okkurt, sum ikki ruggar rætt við undirvísingini í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum og Læraraskúlanum? Gera vit okkum ikki nóg stóran ómak at læra næmingarnar føroyska rættskriving? Tað er ikki so torført at seta hatta eddið á rætt pláss (sí snarskeið seinast í greinini!). Er kanska talan um málsliga líkasælu? "Hatta er bara føroyskt, og tað er so sera torført at læra", vil onkur kanska vera við. Leggja vit so stóran dent á onnur mál, sum vit sjálvandi eisini skulu duga, at vit hava lyndi til at gera ov lítið við okkara egna mál? Hava vit ov lítið av føroyskum undirvísingartilfari? Verða vit kanska í hesum talgildu fylgisveinatíðum so undiroyst av útlendskum máli (sjónvarp, Alnet o.s.fr.), at vit leggja minni dent á egið mál og egna stavseting?

Fjølmiðlafólk mugu á málskeið!!
Tað eru alt ov nógvar stavivillur (ð-villur) í føroysku bløðunum! Har má okkurt gerast! Útvarps- og sjónvarpsfólk sleppa frá at vísa, hvussu væl/illa tey duga at stava, men málsliga eru fleiri av teimum ikki nóg væl fyri! Hægri málslig krøv mugu setast fólki, ið hava móðurmálið sum starvsøki í útvarpi, sjónvarpi, bløðum o.s.fr.
Lærarar, sum lesa niðri, mugu á móðurmálsskeið, áðrenn teir sleppa at undirvísa í Føroyum. Fjølmiðlafólk áttu avgjørt at farið á málskeið, tá tey eftir lokna útbúgving koma aftur av Flatlondum. Blaðfólk við ongari útbúgving mugu sjálvsagt eisini á málskeið. Gerið okkurt við "málið", bløð og fjølmiðlayrkisfeløg! Bløðini mugu eisini hava málsligar ráðgevar. Ja, eg veit, at tað er trupult við evstamarkinum. Í hesum viðfangi má eg eisini nevna sjónvarpsbløðini hjá Dimmalætting og Sosialinum. Í teimum er ein løgin vavgreytur av føroyskum, donskum og enskum. Sum støðan er, hevði tað kanska verið betri ikki at umsett sjónvarpsskráirnar til føroyskt!?!
Dagbløðini, Dimmalætting og Sosialurin, hava sínar stavivillur, men eg verði eitt sindur kløkkur, tá eg síggi onkra ð-villu á fyrstu síðu í vikublaðnum Fregnum!?! Ikki minni kløkkur gjørdist eg, tá eg í sjálvari oddagreinini, sum snúði seg um stavseting og lærarar, fann eina ð-villu!?! Líkasæla!?! Nei, eg hugsi, at talan mundi vera um eina prentvillu! Annars frálík oddagrein!

Skúlaøkið
Stavivillurnar í føroyskum eru ov nógvar, tá næmingarnir fara úr 9. fl. og 10. fl. Duga vit lærarar ikki nóg væl at læra næmingarnar at seta ð? Duga summir lærarar ikki nóg væl sjálvir at seta ð? Er tað okkurt annað, sum bagir?
Sjálvur noyðist eg at taka í egnan barm. Tað hendir ikki so sjáldan, at eg ógvist við, tá eg síggi til dømis ð-villurnar hjá einum næmingi, sum eg havi verið lærari hjá í 9 ella 10 ár !?! Er talan um líkasælu, dugnaloysi, ella er tað bara so trupult at vera eitt so lítið mál, sum verður kroyst og hótt av øðrum størri málum?
Mangt gott og virðismikið hevur til dømis Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út. Tó harmist eg um, at til dømis Skúlablaðið ikki altíð er heilt lýtaleyst málsliga. Okkurt orð, sum eg havi havt í blaðnum, hevur enntá verið skeivt "rættað".
Dunnaldur Dunna (Anders And) er umsettur til føroyskt (frálíkt tiltak, væl umsett, haldið fram við tí!), men hví eru fleiri stavivillur í bløðunum, m. a. ð-villur? Líkasæla ella - - -?
Í Pisubókini lærdu/læra vit bókstavirnar, til dømis fyrra a, apa, seinna æ, ær. Á bókstavatalvum nú á døgum stendur tó: a, appilsin. Hava vit nú á døgum lyndi til at gloyma fyrra a, sum í t. d. aling, akur, atkvøða, spaki, hav, garður, tak? Fleiri næmingar skriva seinna æ í áðurnevndu orðum. (Sjálvandi skulu næmingarnir eisini læra, at vit siga a í takk, tvs. tá 2 hjáljóð koma aftaná).
Løgið er annars at hoyra sjálvt starvsfólk á Dimmalætting siga "Dimmaletting". Einans suðuroyingar eiga at siga "Dimmaletting"!

Andsøgnin: Tey "ólærdu" duga at stava!?!
Rættiliga ørkymlaður gjørdist eg einaferð, tá eg í Dimmalætting las eina grein hjá málfrøðingi og orðabókarrithøvundi (Donsk/føroysk orðabók, Fróðskaparfelagið, hin "frílynta"). Stavivillur vóru í greinini (ð-villur)! Mundi tað vera við vilja, fyri at arga, ella bert líkasæla? Her má eg samanbera við eina gamla skyldkonu, sum býr og hevur búð á Flatlondum meginpartin av lívi sínum. Lítla og onga undirvísing hevur hon havt í føroyskum, men hon dugir at skriva føroyskt og veit, hvar eddini skulu standa. Eg veit um fleiri onnur dømi, har tann vanligi, tilkomni føroyingurin við 7 ára skúlagongd dugir at seta ð. Tú spyrt teg sjálvan, um okkurt er heilt galið við málundirvísing okkara nú á døgum!?!
Kanska kann tað tykjast eitt sindur smáligt at leita eftir villum, soleiðis sum eg havi gjørt í hesi grein. Fólk, sum skriva og hava málið sum sítt starvsøki, gera sum heild eitt gott arbeiði, og gott er, at onkur arbeiðir við málinum; men kortini eiga vit at seta størri krøv til fólk, sum alment arbeiða við móðurmálinum.

"Er det oppebåret?"/ Málsligur hugburður
Ein tíðindamaður spurdi ein dana, um okkurt var "oppebåret". Føroyingar á gosi! Tú kanst ikki fara so við tí danska málinum. Sjálvur fegnist eg um, at tað onkuntíð er danskt, sum verður ávirkað av føroyskum, tí tað er so sera, sera sjáldan. Men hvussu hevði føroyingurin sagt á "føroyskum"? Jú, hann hevði sagt: "Var tað fortjent?" Tað heldur fjøldin vera í fínasta lagi.
Ein fyrrverandi løgmaður tosaði í Útvarpinum um "vanskiligar forhandlingar". Vit varnast tað neyvan. Hugsið tykkum, um vit vendu byttuni, at Fogh ella Nyrup tosaðu um "torføre samrådinger"!?!
Sjálvur undirvísi eg ensktalandi útlendingum í føroyskum. Tað er sera forvitnisligt. Teir duga ikki danskt og eru tí púra "óspiltir" av danskari ávirkan. Í kvøldskúlanum hava vit m.a. tosað um kylling, høsnarunga og kjúling. Hesir næmingarnir vita, at kyllingur úttalast "tjidlingur" og hevur okkurt við hoyggj at gera.
Vit vóru á matstovu í høvuðsstaðnum nú ein dagin. Á matseðlinum stóð m.a. orðið kylling. Næmingarnir kjakaðust dúgliga um hetta orðið, men tann fryntliga gentan, sum borðreiddi fyri okkum, segði, at tað æt bara kylling, og at vit ikki máttu fjasast við sovorðið "grótføroyskt" sum høsnarunga ella kjúling. Tað æt eisini sugerør, og ikki súgvirør, sum eg hevði lært næmingarnar at siga. Ja, mangt er!!

Hvat er til ráða at taka?
Hvønn ákæri eg? Ja, m.o. meg sjálvan og Føroya skúla! Er okkurt galið við undirvísingini? Eru vit ov námsfrøðilig, ella kanska ikki nóg námsfrøðilig? Er móðurmálshugburðurin ikki tann rætti, ella ger líkasælan um seg? Er málsliga ávirkanin uttaneftir á okkara lítla, viðbrekna mál ov stór? Ber ikki til at verja borg?
Skúlafólk, málfólk, mugu viðgera støðuna og royna at finna gongdar leiðir burtur úr stavióskilinum. Okkurt má kunna gerast, sjálvt um eg ikki dugi at geva eitt einfalt svar upp á spurningin um hvat og hvussu!?!
Ð-trupulleikin hevði næstan horvið, um vit fóru at úttala eddið, sum íslendingar gera; men ikki hugsi eg, at tað er ein gongd leið. Nei, latið heldur eddið fáa frið! Í kvøldskúlanum hava vit onkuntíð tosað um, at bókstavurin, g, kann vera eitt sindur trupul í orðum sum sá-sóu, lá-lógu, dró-drógu, sló-slógu. Kanska kundu vit gjørt okkurt meira einfalt her!?!
At fáa alt undirvísingartilfar á føroyskum má vera okkara greiða stavnhald! Føroyskt eigur ikki bert at verða lært í føroysktímunum! Móðurmálsundirvísingin í fólkaskúlanum má styrkjast meira, soleiðis at hon fær minst líka nógvar tímar sum móðurmálsundirvísingin í okkara grannalondum! Danskundirvísingin kann byrja í 4. flokki, soleiðis at vit fáa grundfest móðurmálið, áðrenn vit byrja við fremmandamálum! Havi sjálvur royndir á tí økinum.
Allir sjónvarpstekstir í SVF mugu vera føroyskir, soleiðis at eygað eisini kann venja seg við føroyska málið! Hetta er sera týdningarmikið!
Annars havi eg í hesum skrivi als ikki viðgjørt bendingina, sum heldur ikki hevur so góðar umstøður í hesum tíðum. Har er eisini vandi á ferð!
Lat meg enda við einum snarskeiði í ð-seting!
???????????

Snarskeið í ð-seting
Húsið er málað
Huset er malet
Samanber við danskt (ella íslendskt)! Íslendingar úttala eddið!
Eitt NAVNORÐ í hvørkikyni, bundið, eintal, hvørfall og hvønnfall, endar við ð!
Ert tú í iva, um hvørkikynsorðið skal enda við ð, set so orðið, BÁTUR, inn í setningin! (BÁTURIN OG BÁTIN geva Ð!)
DØMI:Húsið er svart. (Báturin er svartur).
Eg sá húsið. (Eg sá bátin).

Eitt SAGNORÐ í tátíðar lýsingarhátti endar við ð!
Ert tú í iva, um eitt sagnorð skal enda við ð, set so orðið, DØMA, inn í setningin! (DØMT og DØMD geva Ð!)
DØMI:Eg havi málað. (Eg havi dømt).
Hurðin er málað. (Hurðin er dømd).