Týskvøldið verður eitt spennandi kvøld fyri hondbóltshugaðar føroyingar. Tvey føroyingalið, Sävehof hjá Óla Mittún og Skanderborg-Århus hjá Hákun West av Teigum kunnu vinna seg í bólkaspælið í EHF European League.
Óli Mittún skoraði eitt mál, tá Sävehof á heimavølli leikti javnleik 24-24 móti franska liðnum, Montpelier í Partille.
Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla liðini seinna dystin í Montpelier. Samlaði vinnarin vinnur seg í EHF European League bólkaspælið.
Hákun West av Teigum skoraði fimm mál, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus vunnu sær eitt gott útgangsstøðið móti svenska liðnum, Kristianstad við einum 32-31 sigri.
Skanderborg-Århus tekur á heimavølli móti Kristianstad í morgin klokkan 17.45, har samlaði vinnarin vinnur seg í EHF European League bólkaspælið.
Tað hevði verið fantastiskt við tveimum føroyingaliðum í EHF European League. Vónandi ber tað á mál hjá bæði Skanderborg-Århus og Sävehof.