Í bíðirøð fyri at keypa talvborð

Áhugin fyri at telva er eksploderaður í Noregi, har 60 prosent fylgdu Magnusi Carlsen fram ímóti HM tindinum

Áhugin fyri at telva vaks nógv kring allan heimin hesar seinastu vikurnar, tá ið norski Magnus Carlsen og Vishy Anand úr India telvaðu um heimsmeistaraskapið.

Tað kemur ikki óvart á, at tað serliga er í Noregi, at áhugin er eksploderaður. Seinastu dagarnar eru tað seld eins nógv talvborð, sum tey plaga at selja í eitt ár, og eitt nú í Biljardexperten í Oslo er borðið so at siga ruddað. Øll goymslan av talvborðum er seld, og tað er bíðilisti fyri at fáa fatur á talvborðum.

Vanliga plaga telvarar, sum eru í feløgum, at keypa helmingin av borðunum, og skúlar og einstaklingar hin helmingin. Seinastu dagarnar hava skúlar og einstaklingar keypt 97 prosent av útgerðini – borð, fólk og talvbøkur – veit vg.no at siga.

Kanningar siga, at seks av hvørjum tíggju norðmonnum fylgdu við, tá ið 22 ára gamli Magnus Carlsen í kapping við meistaran Vishy Anand so hegnisliga telvaði seg upp á toppin og nú er heimsins talvkongur!

Í Noregi og kring allan heimin eru tey mong, sum fagna nýggja meistaranum. Yngsti heimsmeistarin higartil er Gary Kasparov, sum var nakrar mánaðir yngri enn Magnus Carlsen er nú, tá ið hann í 1985 í kapping við Anatolij Karpov vann heimsmeistaraheitið.

Kasparov heilsar Magnusi Carlsen soleiðis: Hann heldur fram við sínum evnum og avgjørda máta at gera til einkis meiri enn tað, sum verður roknað við, at hann skal røkka.