Lutakast til EM-undankappingina hjá U17 kvinnum hevur verið í morgun.
Føroyar endaðu í bólki saman við Írlandi, Íslandi og Hvítarusslandi.
U17 genturnar hava júst verið í Montenegro og spælt í verandi EM-undankapping. Har spældu tær millum annað móti Íslandi og taptu heili 8-0. Hinar dystirnar taptu tær 11-0 móti Finlandi og 3-1 móti Montenegro.
Eisini var lutakastið hjá U19 gentunum. Tær endaðu í bólki saman við Finnlandi, Íslandi og Kasakstan.
Tær vóru í septembur í Bosnia og spældu EM-undankapping. Úrslitini tá vóru eitt tepurt 0-1 tap móti Bosnia, eitt 0-7 tap móti Fraklandi og eitt 1-4 tap móti Kekkia.