Tá Tórshavnar býráð hittist á fundi seinni í dag tekur Rúni M. Djurhuus sæti í býráðnum sum eykamaður. Hann er nummar 9 á listanum hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur 7 fólk í býráðnum.
Nummar 8 á listanu er Levi Mørk, men av tí at hann ikki longur býr í Tórshavnar kommunu, so kann hann ikki møta í býráðnum. Tí er Rúni M. Djurhuus næsti maður.
Men tað serliga hesaferð er, at Rúni M. Djurhuus skal møta í býráðnum fyri mammu sína, Bjørghild Djurhuus, sum er býráðslimur í Havn. Bæði móðir og sonur stillaðu upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið seinast. Bjørghild Djurhuus hevur farloyvi, tí hon er á skeiði í Danmark, og tí røkir sonurin býráðsarbeiðið, meðan mamman er burturstødd.