Í dag byrjar ein internet-kollvelting í Føroyum

Um eitt hálvt ár er alt landið bundið í og tá fáa vit internet, sum als ikki kann samanberast við tað, vit hava nú

Her fær tann fyrsta masturin ta nýggju 5G -tøknina

Í dag, mánadagin 27. juni, verður sjøtul settur á eina internet-kollvelting í Føroyum. Tað er nevniliga í dag, at tað stóra arbeiðið at leggja nýggja 5G farnetið, fer av bakkastokki. Masturin yviri við Strond í Havn varð tann fyrsta at fáa nýggju útgerðina, sigur Føroya Tele í einum tíðindaskrivi.

 

Talan er um arbeiði, sum Ericsson og Føroya Tele gera í felag og hesar næstu mánaðirnar verður nýggj útgerð sett upp á 187 ymiskum støðum runt landið, og harumframt verða 34 nýggjar mastrar settar upp.

 

Føroya Tele sigur, at arbeiðið fer at órógva fartelefondekningin ímeðan tað stendur upp á, men tá ið arbeiðið er liðugt, eru fleiri enn 382 sendistøðir til reiðar at geva føroyingum nýtt farnet við 5G.

 

Símun Skaalum, stjóra í FT Samskifti, sigur, at arbeiðið verður liðugt um ársskiftið og tá verður 5G sett til í øllum landinum – og tá fer hvør bygd at hava 5G.

 

Símun Skaalum sigur, at hetta er ein kollvelting á samskiftisøkinum – og 5G er so máttmikið, og ferðmikið, at hetta fer at verða grundarlagið undir framtíðar útbyggingum, sum tað ikki er hugsingur um at gera nú. Við 5G fáa vit gagnnýtt alt, sum tøknirisarnir kunnu finna upp á at koma við, sigur hann. Tað eru ikki allar telefonir, sum kunnu taka 5G, men hann sigur, at eisini tey, sum hava telefonin, sum eru 4G, koma at merkja ein risastóran bata.

 

– Dekningurin verður nógvar ferðir betri enn hann er nú, taligóðskan verður nógvar ferðir betri enn vit nú eru von við, sigur Símun Skaalum. Hinvegin eru vanligir routararnir á breiðbandi ígjøgnum kápul og 5G fær onga ávirkan á tíð, tí 5G er loftborið fartelefonnet.

 

Hann sigur, at ofta hava føroyingar verið at kalla eftirbátar á hesum øki, men í samband við 5G verða vit í allarfremstu røð. Tað merkir, at vit fara at hava 5G í, eini 10 ár kanska, áðrenn vit fáa 6G.

 

Her fær tann fyrsta masturin ta nýggju 5G -tøknina