Í dag byrjar Summar Festivalurin

Heimskendi norski DJ’in Alan Walker framførir í kvøld

Fyri fyrstu ferð í trý ár fer tónleikurin aftur at ljóma á Summar Festivalinum í Klaksvík. Eftir tvey avlýst ár orsakað av koronusmittuni verður landsins størsta tónleikatiltak aftur hildið.

 

Summar Festivalurin byrjar við skrúðgongu og barnakarnevali úr Klaksvíksgarðinum og heim á festivaløkið. Eftir tað letur Silvaland upp. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin at vera við í skrúðgonguni í dag kl. 15.00.

 

Fyrsta konsertin verður kl. 19 í kvøld, tá ið Brimhvítt spælir í Tjaldinum.

 

Stóra navnið í kvøld er heimskendi norski DJ’in Alan Walker, sum hevur framførslu á Vágsbø kl. 23.00. Hann spælir elektroniskan tónleik og hevur hittað um allan heimin við sangum sum »Faded«, »Alone« og »Spectre«. Stóri pallur á Vágsbø er serliga útgjørdur til showið í kvøld.

 

Í kvøld ber eisini at uppliva Danny & Inga, Ester Kristiansen, Kára Fossdalsá, Kim Hansen, Signar í Homrum og Stongum, Guttesen & Ravnsfjall.