info
Ongi úrslit

Í dag eru 100 ár síðani bilurin kom til Føroya

Tað var tann 6. mai í 1922, at fyrsti bilur í Føroyum varð skipaður upp á land á Kongabrúnni í Havn.

Eirikur Lindenskov
6. mai 2022 kl. 08:05

Tað vóru teir báðir Johannes Olsen og Júst Sivertsen, sum keyptu bilin, sum hendan dagin kom við ferðamannaskipinum hjá DFDS, S/S Island, sum lá fyri teym á Havnarvág – so stór skip fingu tá ikki lagt at bryggju í Havn.
Tað vóru smiðirnir Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum seldu bilin, sum var av slagnum Ford TT, ein eitt tons lastvognur.
Tað sum til kongavitjan á Kongabrúnni hendan dagin, tí fólk høvdu hoyrt, at ein bilur skuldi koma. Og av tí at S/S Island ikki fekk lagt at bryggju, so varð bilurin, eins og vøra annars plagdi at vera, førdur í land á einum prámi, sum varð sleipaður inn á Kongabrúnna, har hann var skumaður upp eftir einum skráa upp á bryggjuna.

##med2##
Í sambandi við 100 ára dagin skipar Tórshavnar Kommuna fyri hátíðarhaldi á Kongabrúnni í morgin klokkan 11, har ein minnispláta verður avdúkað. Havnar Hornorkestur fer at spæla, og tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at avdúka minnisplátuna.
##med3##

Nú 100 ár eftir at fyrsti bilur kom til Føroya kunnu vit nevna, at tá Akstovan gjørdi upp hagtølini mánadagin vóru skrásett 41.846 akfør í Føroyum. Av teimum eru 27.679 persónbilar 4.726 vørubilar og 748 lastbilar.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

17 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fáfongd og feigd

11 minuttir síðan
Tíðindi

Marius í Løkshøll - nýtt er ávegis og vit fingu ein forsmakk!

17 minuttir síðan
Tíðindi

Løkke: Næsta vika kann ger­ast góð fyri Grøn­land, Dan­mark og USA

2 tímar síðan
Tíðindi

Skrædl

2 tímar síðan
Tíðindi

860 fleiri starvs­fólk enn fyri ein­um ári síðani

2 tímar síðan
Tíðindi

Markirnar síggjast sum eitt stórt blað úr rúmdini

3 tímar síðan
Fótbóltur

HB og Víkingur hava stórar favorittstøður

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: HB skal hava stýr á verjupartinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Leita eftir fiskibáti við útlendskum ferðafólkum í Noregi

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Óluva A. Joensen vil hava steypið aftur til Klaksvíkar

11 tímar síðan
Hondbóltur

Steypafinaludreymurin hjá Gyltu og liðfeløgunum brast

12 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka skoraði í 4-3 heimasigri hjá ÍBV

12 tímar síðan