Í dag fær Spania nýggjan kong

Fyrrapartin verður spanski krúnprinsurin Felipe krýndur og fær kongsnavnið Felipe VI.

Roknað veråur við, at fólk í rúsundatali fara at fylla gøturnar í Madrid, tá Felipe krúnprinsur fer til tjóðartingið, har hann verður tikin í eið sum næsti kongur Spania.

 

Gøturnar eru prýddar við teimum sponsku tjóðarlitunum, sum eru gult og reytt. Ikki tí, nógvir spaniumenn hava ikki gloymt dagin í gjár, tá Spania varð varpað niður av fótbóltstrúnuni eftir ósigurin ímóti Kili. Kortinni vænta eygleiðarar, at tað verður sannur veitslurómur i Madrid í dag.

 

Formliga byrjar dagurin við, at Juan Carlos kongur letur soninum kongsheitið, og síðani fara Felipe kongur og Letizia drotning til tjóðartingið, har kongurin verður tikin í eið. 

 

Hvørki útlendskir ríkisleiðarar ella umboð fyri onnur kongshús eru boðin við til hátíðarhaldið.