Í dag fara vágamenn at royna á kendari leið

Annað vikuskiftið á rað fara vágamenn seinnapartin at spæla í Gundadali

Michael Schjønberg er 07 Vestur venjari og Tór-Ingar Akselsen er hjálparvenjari. Sunnudagin hevði hann 41 ára føðingardag, tá ið tað í Gundadali endaði 2-2 ímóti HB

Fyri einari viku síðani fóru Michael Schjønberg og hansara menn í 07 Vestur væl hýrdir úr Gundadali. Í viðførinum høvdu teir eitt stig, sum teir í evstu løtu tryggjaðu sær. Liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen javnaði við rimmar langskoti til 2-2 ímóti HB. Síðsta sunnudag var Eiler Rasmussen dómari í Gundadali, og hann verður aftur í dag 23. maður á vøllinum.

 

Seinnapartin verður 07 Vestur aftur í Gundadali. Ørindini hesaferð eru at spæla ímóti B36, sum av álvara hevur fótað sær. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan hjá B36 verið 10 stig. Um tað gongur árstalsfelagnum eftir vild, og onnur úrslit laga seg væl fyri B36, so er møguleiki fyri, at B36 seint seinna partin verður á triðja plássi.

 

Fleiri B36 spælarar hava skaðar at dragast við. Andrass Johansen var ikki á vøllinum í 3-0 sigrinum á Argjum. Tá var Michal Przybylski skiftur inn. Hann skoraði, og so fór hann av aftur vølliinum, og Benjamin Heinesen varð skiftur út, tí hann er skaðadarvaður.

 

Í 07 Vestur spæla teir fyri at taka seg longur frá niðurflytingarstrikuni. 07 Vestur hevur 9 stig og er fimm stig omanfyri strikuna.

 

Verjuspælarin Mads Winther er tøkur aftur, eftir at hann ikki var við ímóti HB. Miðvallarin Marius Hagen er ivasamur, Dann Fróðason er langtíðarskaddur, og Ári Arge er vøddaskaddur.

 

Í fjør endaði tað 1-1, tá ið 07 Vestur var gestur hjá B36.

 

B36 – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00.

 

Michael Schjønberg er 07 Vestur venjari og Tór-Ingar Akselsen er hjálparvenjari. Sunnudagin hevði hann 41 ára føðingardag, tá ið tað í Gundadali endaði 2-2 ímóti HB