Í dag fer bólturin á rull

Hóast nakað av kava er niðurkomin norðarnfyri í nátt, so verður fyrsta umfar í Effodeildini í dag og í morgin

Í dag verður sjøtul settur á ársins landskapping í fótbólti. Talan er um 74. árið, at tað verður kappast um føroyameistaraheitið í fótbólti, síðani fyrsta kappingin var í 1942. Síðani hevur verið kappast um FM á hvørjum ári burtursæð frá 1944, tá ið kappingin varð avlýst, tí tað undir seinna heimsbardaga ikki var møguleiki at fáa bóltar at spæla við.

 

Norðanfyri hevur tað verið kavi síðani tíðliga gjáramorgunin. Í nátt hevur tað eisini kavað. Nú dysturin millum KÍ og TB varð fluttur úr Klaksvík og til Troingisvágs forðar kavin ikki fyri, at teir tríggir dystirnir verða spældir, sum eru ásettir at vera klokkan 15 í dag:

 

TB-KÍ: Alex Troleis kl. 15.00

NSÍ-HB: Petur Reinert kl. 15.00

B36-ÍF: Lars Müller kl. 15.00

 

Við Stórá í Trongisvági og í Gundadali er eingin kavi á vallunum. Í Runavík er, sum tað sæst á myndini, vøllurin heilt grønur. Einstakir hvítir blettir eru at síggja nú fyrrapartin, men teir man sólin, sum skínur oman og niðan, fara at gera av við.

 

Teir báðir síðstu dystirnir í hesum umfarinum eru settir at vera í morgin:

Víkingur-Skála: Eiler Rasmussen kl. 15.00

AB-B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00