Í dag fór píkatíðin aftur um bak

Kuldi ella ikki kuldi. Frá í dag at rokna skal eingin bilur koyra við píkadekkum.

Tað er staðfest við kunngerð, at bilar kunnu skøðast við píkadekkum frá 15. oktober til í dag – men fyri bara fáum vikum síðani var freistin at taka píkadekkini undan 1. mai.

 

Men Jørgen Niclalsen, landsstýrismaður, hevur longt tíðina til hálvan mai, sum er í dag.

 

So frá í dag at rokna kann eingin koyra við píkum fyrr enn um fimm mánaðir, tann 15. oktober í ár.