Í dag leggja 30 kommunur saman

Í dag verða tey bæði kommunufelagið, eitt felag

Í dag savnast borgarstjórarnir í øllum 30 kommunum landsins í Tórshavn við tí endamáli at stovna eitt felags kommunufelag.

 

Tær 30 kommunurnar hava higartil verið savnaðar í tveimum ymiskum felagsskapum, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.

 

Í Kommunusamskipan Føroya hava 9 av teimum størru kommunum verið limir, umboðandi beint undir 80 prosent av fólkatalinum, ímeðan heilar 21 kommunurnar hava verið limir í Føroya Kommunufelag.

 

Seinastu nógvu árini hava fleiri royndir verið gjørdar at leggja tey bæði komunufeløgini saman, men ikki fyrr enn tú tykist verða breið undirtøka fyri at leggja feløgini saman í eitt felag, umboðandi tær 30 føroysku kommunurnar.

 

Samstundis verða tey bæði feløgini, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Barnaverndarstova Føroya lagdar undir Samanlagda felagið, sum sjálvstøðugar eindir

 

Stovnandi aðalfundurin verður klokkan 11 í morgun á Hotel Hafnia.