Tá ið Sovjetsamveldið datt sundur, gjørdust tey einstøku veldini hvørt sær sjálvstøðug lond. 15 høvdu tey verið, og summi ? teirra millum Baltalondini og veldini í Kaukasus ? tóku møguleikan, tá ið hann beyðst, við gleði og lýstu seg sum sjálvstøðug lond beinanvegin.
Onnur ? t.v.s. tey miðasiatisku veldini Kazakhstan, Turkmenistan, Uzbekhistan, Kirgisistan og Tadjikastan ? vóru langt frá so eldhugað sum hini í síni loysingartrá, helst tí at fólkini har ikki hava tradisjón fyri hvørt sær at hava sínar sjálvstøðugu statar, og tí at politiski toppurin allur var uppaldur í kommunistiskari siðvenju, undantikið í Kirgisistan.
Lutvís vegna trýst úr Moskva, men eisini tí at politisku leiðararnir gjarna vildu tað, var SNG ? samgongan av flestu áðurnevndu veldum ? gjørd.
Búskaparliga og politiskt skuldu tey samarbeiða og onkur politikari, td. leiðari Kazakhstans, Nursultan Nasarbajev, helt, at eitt samveldi átti at verða sett á stovn beinanvegin.
Aðrir, fyrst og fremst leiðararnir í Moskva, gingu ikki inn fyri hesum, kanska tí ? sum onkur hevur sagt ? at tað var heldur Russland, ið tók loysing frá hinum veldunum, enn umvent. Men uttan iva vóru somu leiðarar sannførdir um, at tað bara var ein tíðarspurningur, nær teir fóru aftur at hava tað stóra orðið at siga í hesum økinum.
Tí kom tað teimum illa við, tá ið tað í september seinasta ár frættist, at stjórnin í Kazakhstan hevði selt Tjóðaroljufelag Kina stóra partabrævaogn í næststørsta oljuøki sínum.
Hetta fekk eisini amerikanarar at vakna. Ein ting er tað, at hesi miðasiatisku lond ? og kanska serliga Kazakhstan ? hava stórt ríkidømi í jørðini (umframt olju eisini gass, gull og fleiri sløg av virðismiklum málmum), eitt annað er tað, at tey eru grannar við Iran og Afghanistan, umframt Kinesiska Fólkalýðveldið og Russland. Og amerikanum dámar lítið, at sambandið við Kina verður ov stórt, eisini av politiskum grundum.
Tá ið vit so eisini minnast til, at fólkini í hesum londum hava muslimska trúgv, er tað onki at undrast yvir, at amerikanarar fáa ringar nervar av tankanum um, hvat argastu fíggindar teirra, iranar ? sum jú eisini eru muslimar ? kunnu gera í hesum londum. Talan hevur t.d. longu verið um at leggja oljurørleiðing úr Turkmenistan gjøgnum Iran til Persaraflógvan.
Sum støðan er í løtuni, er tað eyðsýnt, at tað er lukkast hesum londunum at vera komin í eina støðu, har tey kunnu fáa allar fordeilir av sínum altjóða sambandi.