Orsøkin til, at ruddingardagurin í Hvalba, sum annars skuldi verða í morgin, er fluttur til í dag, er, at fleiri lið hjá Royn verða norðanfyri í morgin.
Tí verður dagurin í Hvalba í dag ístaðin. Hinvegin verður ruddað í Sandvík í morgin, sum áður fráboðað.
- Í dag klokkan 15 verður byrjað í Hvalba, og í Royn-høllini fáast handskar og posar, siga tey í Hvalbiar kommunu.
Økini, sum verða ruddað í dag, eru fram við Kolavegnum, sandurin í Hvalba, sandurin í Nesi, fram við Mýravegnum og á Mýrunum.
Tá ruddingardagurin í Hvalba er lokin, bjóðar kommunan øllum, sum taka lut, í Royn-høllina til suppu seinnapartin klokkan 18.
Men, tað er bara í Hvalba, at ruddað verður í dag. Ruddingardagurin í Sandvík verður, sum ætlað í morgin.
Í Hvalbiar kommunu siga tey, at byrjað verður í Sandvíkvið morgunmati í Ranhøll klokkan 09.30 í morgin.
- Ruddingardagurin í Hvalbiar kommunu er í samband við tiltakið, Rudda Føroyar, verður lagt aftrat.