Í eini kreppu høvdu vit ikki klárað okkum sjálvi

Føroyar liggja í tí lægra endanum. Í Álandi eru tey best fyri og á Bornholm eru tey ringast fyri

Veltan á Sandi hevur lagt nógv afturat í royndini at gera okkum sjálvbjargin við ymsum landbúnaðarvørum

Føroyar eru ikki serliga sjálvbjargin við matvørum. Tað vísir ein kanning hjá Norðurlandaráðnum. Í hesum sambandi hava tey kannað, hvussu sjálvbjargin fimm oyggjasamfeløg í Norðurlondum eru. Tað verður mett at hava stóran týdning, at lond eru sjálvbjargin við matvørum, tí tekur ein álvarslig kreppustøða seg upp, kann tað henda, at matvørutrot verður ein avleiðing av tí.

 

Nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, hava vit fingið ein forsmakk upp á tað, tí prísirnir á nógvum matvørum eru farnir til himmals, og í onkrum handlum í Danmark hava tey rationera matolju, tí tað er so ringt at fáa fatur á við tað, at ein stórur partur av tí kemur úr Ukraina.

 

Og eftir kanningini at døma, stendur ikki serliga væl til í Føroyum og í eini kreppustøðu, høvdu vit ikki klára okkum sjálvi. Kanningin hjá Norðurlandaráðnum vísir, á Áland er tað samfelagið, har tey er mest sjálvbjargin við matvørum. Tað er tí, at í Álandi hava tey eina fjølbroytta framleiðsu av mjólk, osti, eplum, korni, grønmeti og fiski. Næstbest fyri eru íslendingar, og síðani koma Føroyar og Grønland. Ringast fyri eru tey á Bornholm, har tey ikki dyrka nevnivert av grønmeti – men har tey útflyta nógv grísakjøt.

 

Spurningurin er so um tað altíð er burðardyggari at vera sjálvbjargin við matvørum. Tað er ikki neyvt samband ímillum at vera sjálvbjargin og burðardygd, tí er talan um eina matvøru, sum krevur stórar víddir, og nógv orku, er tað kanska betri at lata onnur framleiða hana ístaðin.

 

Men í frágreiðingini stendur eisini, at høvdu vit broytt okkara matvanar so at vit ótu minni kjøt og meiri grønmeti, hevði tað gjørt framleiðsluna burðardyggari. Annars sæst her, hvussu sjálvbjargin hesi fimm oyggjasamfeløgini eru við matvørum.

 

Áland: 59 procent

 

Ísland: 53 procent

 

Føroyar: 22 procent

 

Grønland: 17 procent

 

Bornholm: 6 procent 

 

Veltan á Sandi hevur lagt nógv afturat í royndini at gera okkum sjálvbjargin við ymsum landbúnaðarvørum