Í Estlandi ræður ungdómurin

Síðani Estland í 1991 fekk sjálvstýri, hevur tað fyrst og fremst verið ungdómurin, sum hevur gingið á odda. Men tað er ikki ungdómurin av russiskum uppruna, tí hann hevur ikki so mikið sum valrætt

Alati Coca-Cola. Jú, víðagitna reyða og hvíta skeltið, sum eggjar ungum sum gomlum til at sløkkja tostan við amerikanskum coladrykki, er eisini komið til gamla Sovjetsamveldið.

Í Estlandi stendur hetta risastóra skeltið framvið høvuðsgøtuni í høvuðsstaðnum Tallinn, sum seinastu átta árini hevur vent sovjettiska ætlanarbúskapinum bakið og roynir at sløkkja tostan við vesturlendskum marknaðarbúskapi.

Síðani Estland í januar 1991 fekk fult sjálvstýri eftir 51 ár á fremmandum hondum, hava estlendingar aftur vent sær móti vesturheiminum og ikki minst norðurlondum. Fólk, sum koma til Estlands, síggja skjótt, at landið meir er eitt norðurland enn eitt slaviskt land. Og eins og við hinum baltalondunum fyrst í nítiárunum var tað fyrst og fremst úr norðurlondum, at hjálpin kom, tá tað skuldi loysast. Og nú baltalond royna at vinna sær limaskap í ES og NATO, eru tað norðurlond, sum eru millum fremstu stuðlar.

Bondini millum baltalond og norðurlond ganga eisini langt aftur í tíðina. Í 1154 verður fyrstu ferð skrivað um Estland. Tað er arabiski landafrøðingurin al Idrisi, sum kallar landið Kolovan. Norðurlendingar rópa tað tá Lindanäs.

Tá hava víkingarnir longu verið í Estlandi, og í 1219 hertaka danir norðara partin av landinum. Tað høvdu teir eisini roynt tíggju ár frammanundan, men til fánýtis. Tað er eisini um hetta mundið, at danir sambært søgnini fáa sítt flagg, tá Danabrók dettur niður av himni sum tekin um, at hægru maktirnar stuðla dønum í teirra herferð. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Estland kemur undir fremmant vald.

Hildið verður, at navnið á høvuðsstaðnum Tallinn er sprottið úr navninum Taani linn, sum merkir »danskur býur«.

Longu átta ár seinni, í 1227, taka týskarar, sum hava høvuðsstøð í Riga, restina av landinum og kristna tað. Týska ávirkanin í Estlandi stendur við komandi 700 árini. Týskarar kalla Tallinn Reval.

Í 1346 verður uppreistur í Estlandi, og danir selja norðara partin av landinum, millum annað Tallinn, til Týskland, sum sostatt fær stóra ávirkan á øll baltalondini.

Men norðurlendska ávirkanin stendur við, og í 1561 hertekur Svøríki norðurestland og rekur russisku og polsk-litavisku herdeildirnar burtur. Undir svenska ræðinum henda stórar sosialar broytingar í landinum, og eitt nú verður universitetið í Tartu grundlagt í 1632.

Men nógvir eru um boðið í Estlandi, og í 1710 koma russarar eystanífrá. Og eftir hetta missa norðurlendingar so líðandi sína ávirkan í landinum.


Nógvar mentanir

Um tú gongur ein túr í høvuðsstaðnum Tallinn, sært tú eisini fleiri prógv um tær ymsu mentaninar, sum hava gjørt seg galdandi í býnum og í landinum.

Ein góður gongutúrur er gamli býarparturin við borgini og býarmúrunum, har tú veruliga merkir heimssøgunnar veingir flaksa. Danir, sviar, russar og týskarar hava kríggjast her, men múrurin hevur staðið í fleiri hundrað ár, og tað var her á leið, at danska flaggið dalaði niður. Annars halda estlendingar, ið hava ein ikki sørt sermerktan hátt at skemta uppá, at tað er løgið, at eitt land skal halda, at flaggið hjá teimum datt niður úr bláari luft, og tað enntá í einum heilt fremmandum landi?

Skamt frá gamla býnum stendur ortodoksa russiska kirkjan við teimum vøkru »leyk-kuplunum«, sum sæst langan veg, og fleiri av skeltunum í býnum eru skrivað á bæði estlendskum og russiskum.

Í dag eru russarar illa lýddir í Estlandi, og teirra støða í samfelagnum versnar alsamt. Tá Stalin og Hitler í 1939 býttu Europa millum sín í avtaluni millum uttanríkisráðharrarnar Molotov og Ribbentrop, endaði Estland sovjetrussisku megin, og árið eftir bleiv Estland partur av USSR, samstundis sum Týskland gjørdi innrás í Fraklandi. Ikki fyrr enn í 1991, tá USSR syndraðist, fekk Estland sítt sjálvstýri aftur. Ikki tí, Hitler var jú ikki serliga álítandi, og í 1941 tók hann Estland frá Sovjett, men í 1944 róku russarar Hitler út aftur.

Ein rúgva av russarum settu seg niður í Estlandi, og í dag eru 32 prosent av fólkinum framvegis russiskttalandi. Í Tallinn er upp ímóti helmingurin av íbúgvunum russarar.

Men teir hava havt lítið at siga, síðani Estland tók sjálvstýri, og teirra rættindi í samfelagnum eru ikki stór. Millum annað hava russararnir, sum búgva í Estlandi, ikki valrætt! Tað man vera eindømi í heiminum, at 32 prosent av fólkinum í einum landi, sum er errið av at kalla seg demokratiskt, ikki hava nøkur demokratisk rættindi?

Men hví flyta russararnir so ikki bert aftur til Russlands? So lætt er tað ikki. Russararnir í Estlandi eru russarar av uppruna, men hava einki samband við Russland uttan málið, teir tosa. Teir hava búð í Estlandi alt sítt lív, og tí hava teir einki at fara til í Russlandi, har neyðin eisini er nógv størri enn í Estlandi, sum er komið rættiliga væl fyri seg síðani umskiftið til marknaðarbúskapin.

Russararnir eru eisini lægsta stættin í samfelagnum og verða vanvirdir av estlendingum, hóast teirra einasti trupulleiki er, at abbarnir og ommurnar hjá teimum fluttu til landið fyri nógvum árum síðani.


Sum tiknir úr einum Ingmar Bergman-filmi

Estlendska fólkið ger annars ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvum. Teir eru ikki beinleiðis fyrikomandi, men eru heldur ikki avvísandi og minna á sín hátt á føroyingar: Teir siga ikki so nógv, men eru ikki ófólkaligir fyri tað.

Ein bretskur tíðindamaður lýsti estlendingar soleiðis:

? Róligir, rationellir, skipaðir, hart arbeiðandi og varnir við pengum. Teir eru eitt fólk, sum krevur virðing heldur enn kærleika. Eg havi ofta sammett estlendingar við statistar í einum Ingmar Bergman-filmi.

Ein annar tíðindamaður sigur tað soleiðis:

? Knappligi og óvæntaði láturin frá einum miðalhavsmanni er sjáldan at hoyra í Estlandi?


Helsingfors er

nærmasti stórbýur

Av londunum í vesturheiminum hevur Estland tættasta sambandið við Finnland, og tað er heldur ikki so løgið. Bert Finnlandsvíkin skilir Estland og Finnland, og úr Tallinn er styttri til finska høvuðsstaðin Helsingfors enn til Riga, høvuðsstaðin í grannalandinum fyri sunnan, Letlandi.

Málið er eisini finno-ugriskt ? nær skilt við finskt og ógjørligt hjá einum føroyingi at skilja.

Men í tráð við broytingarnar í samfelagnum gerast estlendingar alsamt kringari í enskum. Russiskt verður sjálvandi framvegis nógv tosað í landinum, men millum tey ungu verða færri og færri, sum duga russiskt.

Navnið á landinum er kortini romanskt. Sjálvir kalla estlendingar tað Eesti, og helst kemur tað av navninum Aestii, sum ein rómverskur skrivari brúkti umleið 100 ár fyri Kristi føðing.

Rómverjin hugsaði tá ikki um estlendingar í sjálvum sær, men brúkti tað sum eitt felagsheiti fyri ættbólkarnar eystan fyri týskararnar. So líðandi hefti navnið sær bert at estlendingum, og latínska navnið bleiv Hestia og Estonia.


Techno-aldan herjar

Ungu estlendingarnir í dag eru sera nógv vendir móti øllum vestureuropeiskum og amerikanskum. Um tú sum ferðamaður er eitt sindur vilstur og noyðist at spyrja onkran á gøtuni um okkurt, er frægast at spyrja onkran í yngra ættarliðnum, tí tað er rættiliga sannlíkt, at tey eru sera stinn í bæði enskum og týskum, meðan tey eldru, sum vóru ung undir Krustjev og Bresjnev, ofta als ikki tosa enskt.

Tað er eisini ungdómurin í Estlandi, sum »eigur« landið. Tað man ikki vera nógva staðni í heiminum, at so nógv ung fólk manna vinnulívið. Estlendski ungdómurin veit hvat hann vil, og væl hjálptur við íløgum úr vesturheiminum er tað hann, sum førir landið fram móti ES- og NATO-limaskapi.

Fara vit enn longri niður í aldursbólkarnir, eru tannáringarnir í Estlandi eisini væl fyri, tá tað kemur til vesturlendsk virði. Coca-Cola er nevnt, og tað verður nógv drukkið í Estlandi, eins og MacDonalds sær út til at hava vunnið stríðið um marknaðin móti Burger King og verður væl vitjað. Techno-aldan skolar alt annað burtur í stórbýunum Tallinn, Tartu, Narva, Kohtla-Järve og Pärnu, og fleiri av útvarpsstøðunum spæla bert techno-tónleik alt samdøgrið.


Príslegan er tann sama

Fyri ferðafólk er Estland ikki nakað »Shoppers Paradise«, og tey sum rokna við at gera nøkur røvarakeyp til sovjettiskar prísir, verða tikin á bóli. Tað mesta kostar nakað tað sama sum á okkara leiðum, og harafturat er úrvalið ikki serliga stórt í mun til aðrastaðni, so tað er eingin serlig orsøk til at brúka nógvar krónur í Estlandi.

Krónur er júst tað, keypt verður fyri í Estlandi, tí gjaldoyrað eitur kroon ? enn eitt dømi um sambandið millum Estland og norðurlond.

Estland var í 1992 fyrsta fyrrverandi sovjetlýðveldið, sum segði rublinum farvæl og fekk sítt egna gjaldoyra. Estlendska krónan heldur seg til týska markin, og tú fær átta estlendskar krónur fyri ein marka.

Estlendingar eru eisini sera fegnir um sítt gjaldoyra, sum við at halda seg at markinum er bæði støðugt og sterkt.