Føroyar eru partur av danska kongaríkinum verða vit aftur og aftur mint á, og í summar var sjálv regenturin her og vitjaði.
Men í fótbólti eru Føroyar ikki í ríkisfelagsskapi við nakran. Føroyar eru sjálvstøðugur limur í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Stríðið fyri at vinna limaskapin var ikki sørt tógvið, men í 1988 var komið á mál, og síðani tá hava Føroyar á javnbjóðis støði við eitt nú Danmark tikið lut í EM og HM undankappingum, og føroysku feløgini hava síðani 1992 tikið lut í europeisku kappingunum.
Tað vildi so væl til, at tað longu í fyrstu EM undankappingini, sum Føroyar vóru partur av, var møguleiki fyri alheiminum at staðfesta, at í fótbólti eru Føroyar og Danmark ikki í sama báti.
Umframt við Danmark vóru Føroyar í bólki saman við Jugoslavia, sum tá var, Eysturríki og Norðurírlandi. Øll fótbóltshugað minnast mikudagin 12. september 1990 ella um nakrar dagar fyri 31 ár síðani, tá ið Torkil Nielsen skoraði, og Føroyar vunnu 1-0 í Landskrona.
Tað var í ljósinum av sigursrúsinum frá hesum dystinum í Landskrona, at ellivu føroyingar ein lítlan mánað seinni, 10. oktober, stóðu í Ítróttarparkini í Keypmannahavn, sum tá var. Fleiri enn túsund áskoðarar vóru farnir úr Føroyum, og saman við øllum útisetunum, sum hetta kvøldið vóru í Ítróttarparkini, royndu teir at skunda undir sínar menn. Vónin var, at tað skuldi hepnast eins væl, sum tað ein lítlan mánað frammanundan var gjørt ímóti Eysturríki í Landskrona.
Danmark vann 4-1, men tað var øgiligur rómur í føroysku leguni, tá ið Allan Mørkøre í 21. minutti potaði bóltin framvið Peter Schmeichel og máltalvan vísti 1-1. Michael Laudrup hevði lagt danir á odda, og Lars Elstrup, Michael Laudrup og Flemming Povlsen skoraðu seinni, og harvið vísti tað seg at vera satt, sum fyrsti venjarin hjá føroyingum í altjóða kappingum, Páll Guðlaugsson, plagdi at taka til. Hann segði aftur og aftur, at vit vóru við fyri at læra.
Hetta varð eisini dyggiliga undirstrikað 25. september í 1991, tá ið Danmark í Landskrona vann 4-0, og, síðani hava Føroyar og Danmark ikki verið saman í undankappingardysti. Í kvøld hittast Føroyar og Danmark aftur í undankappingardysti, og tað er einki at liggja omaná, at Danmark er stórfavorittur.
Síðani dystin í Landskrona fyri 30 árum síðani, hvar Føroyar og Danmark tvær ferðir dystast í vinadystum. Tann fyrri var 16. august í 2000, tá ið Danmark vann 2-0 á Tórsvølli, og tann seinni var 7. oktober í fjør, tá ið Danmark í Herning vann 4-0. Tá var ætlanin, at nógvir útisetar skuldu savnast á MCH Arena í Herning, men tí forpurraði koronan.