Í Fugloy eru 1,3 akfør fyri hvørt fólkið

Í Føroyum eru til samans 42.157 akfør skrásett, og í Føroyum búgva

Tað vísa hagtøl frá Akstovuni og Hagstovuni, sum hava gjørt upp ávikavist fólkatal og tal av akførum í Føroyum.

 

Tá hagtølini tosa um akfør, so eru eisini akfør uttan motor, sum til dømis kampingvognar og viðfestisvognar við. Um vit taka øll akfør uttan motorar úr hagtølunum so eru tilsamans 37.392 koyrandi akfør í Føroyum, sum merkir, at vit eru 0,7 fólk til hvørt akfør, ella at hvør livandi føroyingur hevur 70 prosent av einum akfari.

 

Flestu bilar eru sum vera man í meginøkinum. Á streymoy eru tilsamans 19.993 akfør, í Eysturoy eru tilsamans 9.821 akfør og á Borðoynni eru tilsamans 3.947 akfør.

 

##med2##

 

Lægsta talið av akførum finna vit á Stóru Dímum. Har er bara eitt akfar skrásett, og tað er ein persónbilur. So er spurningurin, dímunarfólkini hava ein bil standandi í túninum har úti, ella um talan er um bil, sum tey hava onkustaðni inni á meginlandinum, Tað siga hagtølini einki um.

 

Mest merkisvert er, at 50 akfør standa til at vera í Fugloy, har tað bara búgva 38 fólk. Tað vil siga, at hvør fugloyingur hevur 1,3 akfør. Tá hagtølini siga 50, eru øll akfør íroknað. Kava vit í tølini síggja vit, at har eru 29 persónbilar, 7 vøruvognar, 1 ellisakfar, 1 lendisakfar, 1 motorsúkkla 2 prutl og 9 viðfestisvognar.

 

Um øll hesi akførini eru úti í Fugloy, siga hagtølini heldur einki um. Men tey eru skrásett í oynni, men hugsandi er at í øllum førum nakrir av persónbilunum standa inni á meginlandinum

 

Størsta talið í hagtølinum er sum altíð persónbilarnir. Teir eru 27.853 í tali. Tað merkir, at hvør einasti livandi føroyingur hevur ein hálvan bil.

 

Ella at vit eru tvey fólk um hvønn persónbilin í landinum.

 

 

 

 

 

Talvan vísir tal av akførum eftir slagi og býtt á tær 16 oyggjarnar, har bilar eru. Sambært hesum yvirlitið eru tað bara Koltur og Lítla Dímun, har eigir bilar eru