Í einum russiskum bumbuálopi á ukrainska býin, Kostjantynivka, lótu fimm fólk lív.
Hetta upplýsir ukrainska løgreglan í økinum í dag.
Sum skilst, liggur býurin Kostjantynivka har eysturi í Ukraina, nærindis hermótinum.
Sagt verður, at russiska álopið hendi um 10-tíðina fyrrapartin í gjár, lokala tíð.
- Tvær kvinnur og tríggir menn lótu lív, sigur ukrainska løgreglan á Telegram.
Lagt verður aftrat, at fýra íbúðarblokkar fingu skaðar í russiska álopinum.