Í gjár var met í smittutrýsti

Fyrsta dagin við nýggju tilmælunum um koronukanningar, tá bara fólk við sjúkueyðkennum og fólk sum eru í húsi saman við smittaðum, skuldi kannast, øktist smittutrýstið munandi

Tað vóru 710 nýggir tilburðir við koronu í gjár.

Tað vísa hagtølini frá landslæknanum.

Av teimum 1.877 fólkunum, sum vórðu kannað í gjár, vóru 710 staðfest positiv. Tað er eitt smittutrýst upp á 37,8 prosent, sum er so nógv meira, enn metið dagin fyri, tá tað var 29,75 prosent.

Øll tey smittaðu hava fingið boð. 

1.877 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. 

Í løtuni eru 4.822 smittað við korona, fýra eru innløgd við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 19 eru deyð við korona í Føroyum.

Tilsamans hava nú 21.457 føroyingar verið smittaðir. Tað eru 40 prosent.

Miðalsmittutalið seinastu sjey dagarnar er nú 689.