Í Grønlandi eftir kríggið

Nýggj bók frá Jógvani Arge

Friðurin var ikki meir enn boðaður í 1945, tá Johan Godtfred í Vági legði til brots við sínum »Norðfari« og fór til Grønlands at fiska. Hann ætlaði at fylla seg við kalva og selja á bretska marknaðinum, men kom aftur við fullum skipi av toski.

»Norðfarið« var fyrsta skip úr Europa, sum kom inn til Holsteinsborg, og har fingu teir sera góða móttøku. Ein teirra, sum var við, var tann 87 ára gamli Magnus Jacobsen á Nesi í Vági.

Føroyingar hugsaðu um hetta mundið meiri um at keypa sær nýggj skip og bátar enn um at fara til Grønlands. Mest varð hugsað um ísfisk, og menn vóru skjótir av landinum at keypa snurruváðsbátar og trolarar.

Nakrir løgdu kortini ætlanir um at keypa stórar skonnartir til grønlandsveiði. Keyptar vóru eitt nú »Patricia«, »Borgin« og »Glyvursnes«.

Fyrsta skipið til Grønlands í 1946 var vágsskonnartin »Borgin« hjá Thorvaldi Hjelm. Seks aðrar skonnartir og sluppir fóru henni á baki. Úrslitið var gott, men leingi var heimafólkið bangið um manningina á klaksvíksskonnartini »Polo«. Onki fjarrit var komið fráhenni.


Sjómansheim

og smiðja

Tey føroysku skipini høvdu ikki nógvar hentleikar og fingu heldur ikki nógva hjálp í Grønlandi. Sjómansheimið læt ikki upp fyrrenn summarið 1946, og føroyingar høvdu ikki smiðju aftur fyrrenn í 1949.

Tann lítla smiðjan í Føroyingahavnini hevði verið lívlínan hjá flotanum fyri kríggið, og nú var onkuntíð neyðugt at sleipa skip, sum ikki kundi umvælast í Grønlandi, alla leiðina til Føroya. Tað var dýrt.

Tá smiðjan varð mannað aftur vóru ikki færri enn 9 mans til arbeiðis. Fyrst máttu teir tetta húsið og smíða sær koyggjur. Alt summarið høvdu eir úr at gera. Á odda stóð Hjalgrím Hentze.


Tovqussaq og

Ravnsoyggin

Longu í 1946 var talað um at fara at rógva út í Grøn-landi aftur, men tað vardi nøkur ár, áðrenn føroysk feløg skipaðu fyri. Men í 1948 vóru føroyingar fyrstu ferð í Tovqussaq og róðu út fyri danskaran Claus Sørensen.

Okkurt árið vóru 50 føroyingar, bæði kvinnur og menn, á støðini hjá Claus Sørensen. Millum oddamenninar vóru sumbingurin Johan Samuelsen og ævintýrarin Peter Freuchen.

Í 1949 vóru nógvir suðuroyingar við danska »Mogens S«. Teir fingu mesta fiskin við Ravns Stóroy, og árið eftir fóru fleiri bátsmanningar í Ravnsoynna at rógva út undir Útróðrarfelagnum Grønland.


Kappast um

Føroyingahavnina

Føroyingahavnin var enn sum áður miðstøðin hjá føroyingum. Har tók seg upp ein kapprenning millum føroyingar øðrumegin og norðmenn og danskarar hinumegin.

Norðmenn og danir gingu saman og vóru fyrstir at byggja eina útgerðarstøð, sum varð nevnd Agricohavn. Fólkatingsmaðurin Petur Mohr Dam var á ferð har yviri og var óður inn á kontrollørin Johan Møller.

P. M. Dam helt hann hava hildið føroyingar burtur frá plássinum, har norðmenninir høvdu bygt. Teir flestu hildu hetta pláss longur inni í firðinum vera tað besta í øllum Vesturgrønlandi.

Føroyska vinnan sendi eina heila sendinevnd yvir. Hon mælti til at byggja eina stóra støð úti í Føroyingahavnini, tætt við smiðjuna. Heima vóru menn misjavnir á máli, men vóru samdir um at stovna Grønlandsfelagið.


Ríkið í lepum

Danska ríkið hekk í lepum eftir heimsbardagan. Ísland var dottið burtur av, í Føroyum vóru sterkar røddir fyri sjálvstýri og eisini í Grønlandi var hugburðurin broyttur.

Fiskirættindi okkara í bæði Íslandi og Grønlandi vóru í klemmu. Tá Danmark samráddist við Ísland um leparnar frá loysingini, tengdu íslendingar okkara fiskirættindi har saman við teirra framtíðar rættindum í Grønlandi.

Landstingsmaðurin Halvdan Henriksen segði á Føroyaferð, at tóku føroyingar loysing frá Danmark, so máttu vit gera okkum púra greitt, at vit fingu ikki onnur rættindi í Grønlandi enn útlendingar.


Teir tóku land ? onnur bók ? er góðar 200 síður og hevur nógvar góðar myndir frá samtíðini. Hon kostar 268 krónur.